Leita á in.fo

Annika Kunoy Im 19.09.2017 (18:01)

Soleiðis er lívið hjá vespuni

Um aldarmótið gjørdu vespurnar innrás í Føroyum. Heystið 1999 vóru rættiliga nógvar vespur at finna í Havn, og serliga vóru tær uppi við Tórsvøll og Norðurlandahúsið. Fyrsta vespubýlini vóru funnin árið eftir í 2000, tá fýra vórðu funnin í miðbýnum í Havn, skriva Jens-Kjeld Jensen og Dorete Bloch í populervísindaliga ritinum Frøði í 2001.

 

 

Fleiri okkara eru óviss í, hvussu vespan livur og hvussu vit skulu hátta okkum, tá hon er í nánd. Í 2001 skrivaði Frøði soleiðis um lívið hjá vespuni: 

 

 

Brot út grein úr blaðnum Frøði um vespurnar:

 

“Eyðkenni fyri vespurnar er, at tær halda til í 1-ára sambýlum, sum ein drotning setur á stovn hvørt vár. Hon byggir býlið av gráum pappírsevni, sum hon ger við at tyggja træ. Tíðliga um várið fer drotningin at víggja, og tað ger hon alt summarið. Víggið verður til ormverur, sum allar liggja í hvør sínum sekshyrnta kliva. Tá ormveran fyllir allan klivan, verða tær til reivverur og klekjast til arbeiðsvepsur.

 

 

Tær eru allar kvennvepsur, sum eru minni enn drotningin. Arbeiðsvespurnar eru neyðarskapningar, sum eru smáir og stervnir, tí ov trongt er í ormveruklivanum. Allar hesar arbeiðsvespurnar hjálpa til við at røkja hinar ormverurnar, leita eftir føði og vaksa um vespubýlið.

 

 

 

Seint út á summarið gera arbeiðsvespurnar nakrar serligas stórar klivar, og verða kallvespurnar og næsta árs drotningar uppføddar her, og tær fáa allar ríviligt at eta og hava gott pláss. Drotningin kann sjálv gera av, um víggið undan henni er troðið ella ei.

 

 

Troðið víggj verður til kvennvepsur, og tað er arbeiðsvepsur ella drotningar. Ótroðið víggj verður harafturímóti, sum tískil bert hava helvtina so nógv kromosom í kyknunum, sum kvennvepsurnar. Kallvepsurnar makast við tær nýggju drotningarnar og doyggja síðani, og tær víggjuføru drotningarnar finna sær eitt gott skjól fyri veturin.

 

 

Várið eftir er drotningin búgvin at fara undir eitt nýtt býli. Kallvepsurnar hava ongan brodd, men bæði arbeiðsvepsur og kvennvepsur kunnu stinga.”


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her