Soleiðis eru útskiftingarreglurnar í HM manshondbólti

HM í mannshondbólti verður í hesum døgum leikt bæði Danmark og Týsklandi. Føroyski Jóhan á Plógv er við í danska HM hópinum, eftir at veteranurin Hans Lindberg fór út við skaða. Jóhann á Plógv kom inn ímóti Tunesia og skeyt tvey mál.

 

Ikki er vist, um Hans Lindberg verður aftur at síggja í hesum endaspælinum, sjálvt um hann skuldi blivið førur fyri at spælt, tí tað er avmarkað, hvussu nógv ein venjari hevur loyvi at skifta út í sínum HM hópi.

 

Í einum HM dystarhópi kunnu tað í mesta lagi vera 16 mans. Ein venjari kann bert fremja tríggjar útskiftingar ígjøgnum eina kapping.

 

Danski venjarin Nicolaj Jacobsen hevur longu brúkt eina útskifting, tá ið hann valdi at skifta Jóhan á Plógv inn fyri meidda Hans Lindberg. Danir kunnu bert fremja tvær útskiftingar avtrat, og vanligt er at goyma ta seinastu útskiftingina, í so skuldi verið, at ein málmaður verður skaddur.

 

Tað ber til at skifta sama leikara fleiri ferðir. Eisini ber tað til at skifta ein leikara út, sjálvt um hann hevur leikbann. Leikarir, ið verða skiftir inn, skulu hava verið úttiknir til bruttohópin, sum var úttikin nakrar mánaðir fyri kappingin byrjaði.

 

28 leikarir kunnu verða úttiknir til bruttohópin. Hesar reglur eru tó ikki galdandi fyri sameinda Korea, sum hevur lættari karmar. Teir kunnu úttaka heili 20 leikarir til HM hópin og 40 til bruttohópin. Tó skulu í minsta lagi seks av teimum vera úr Norðurkorea.

 

í dag eru heili 12 dystir á skránni. Danmark og Jóhan á Plógv taka ímóti Saudi Arabia í kvøld. Dysturin verður spældur í Herning, og hann byrjar kl 19:15. Hann verður vístur á DR 1.