Soleiðis fáa tey húsini upp fyri 1,6 milliónir krónur

Hetta eru eini sethús á 160 fermetrar í einari hædd við fýra kømrum og tveimum wc'um við brúsu.

 

Tað er kostnaðarmikið at seta føtur undir egið borð. Soleiðis hevur tað altíð verið, og soleiðis er tað eisini í dag.

 

Tað hevur verið serliga trupult at fíggja bústaðir á bygd og útoyggj, har fjørður skilir oyggjarnar frá meginlandinum.

Tilfarið til eini sethús er helst dýrari í dag, enn tað nakrantíð hevur verið áður, og gerandisdagurin krevur meira enn nakrantíð, nú matvørurnar eisini eru so dýrar.

 

Krøvini hjá fíggingarstovnum til familjuna, sum ætlar sær at byggja, eru stór, og tað skal bæði eginpeningur og góðar inntøkur til at bera eina íløgu í eini sethús í dag.

 

Pauli Sandoy og daman, Súnhild, eru í løtuni í holt við at byggja sær eini sethús á umleið 160 fermetrar í einari hædd á Sandi. Í húsunum eru fýra kømur og tvey wc'ir við brúsu.

 

Tey ætla sær at fáa tak yvir høvdið fyri 1,6 miljónir krónur, sum ljóðar sera rímiligt í hesum døgum, nú mangar søgur eru um, hvussu kostnaðarmikið tað er at byggja.

 

Sjálvur gjørdist Pauli útbúgvin rør-og blikksmiður hjá Demich fyri nøkrum árum síðan. Bæði beiggin, Pál og pápin, Brandur Sandoy, eru nýliga útbúnir timburmenn, men pápin hevur fingist við timburarbeiði í nógv ár og hevur sína egnu byggifyritøku.

Byggifyritøkan Bulur á Signabø, sum er kend fyri at gera og levera byggisett, sum teir rópa tað, hevur gjøgnum árini bygt fleiri sethús og aðrar byggiverkætlanir í Sandoynni, og tað er eisini Bulur, sum nú skal byggja nýggja barnagarðin á Sandi.

 

Beiggi Paula, sum nú byggir á Sandi, kennur byggisettini hjá Buli, tí tað er júst hjá hesi fyritøku, at hann hevur lært. Bulur hevur havt fleiri størri verkætlanir, og seinnu árini hevur fyritøkan eitt nú framt verkætlanir fyri Bústaðir.

 

Tí passar tað byggifyritøkuni væl at veita byggisett til sethúsamarknaðin í staðin fyri lidnar sethúsaloysnir. Bulur byggir húsini í elementum á verkstaðnum á Signabø, og húsini verða víðan sett upp á staðnum.

 

Í VikuskiftisSosialinum, sum kom fríggjadagin, er serblað um Hús & Heim, og her verður eitt nú gjørt burtur úr byggiverkætlanini hjá Paula og Súnhild, sum trúgva upp á, at tey kunnu fáa húsini upp og klár at flyta inn í fyri 1,6 milliónir krónur.

 

Vit kunnu leggja aftrat, at húsini eru sera væl bjálvað; tey verða hitað við jarðhita, og her er eisini ventilatión.

 

Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/soleidis-kann-tad-gerast-biligari-at-byggja

 

##med2##