Soleiðis gekk nøkrum vallyftum hjá Trump

Eftir eitt ár í Hvítu Húsunum hevur Donald Trump rokkið 9 av 101 vallyftum, skriva faktatjekkarar frá miðlinum Politifact

Eftir eitt ár í Hvítu Húsunum hevur Donald Trump rokkið 9 av 101 vallyftum, skriva faktatjekkarar frá miðlinum Politifact.

 

Ein múrur eftir markinum millum USA og Meksiko, burtur við veðurlagsavtaluni úr París og avtøka av Obamacare.

 

Lyftini vóru mong í valstríðnum hjá Donaldi Trump, forseta, í 2016.

 

Í dag er júst eitt ár síðani, at hann tók við sum foseti í USA.

 

Amerikanski miðilin Politifact, sum faktakannar uppáhald, hevur gjørt eina uppgerð yvir Støða á øllum teimum 101 vallyftunum hjá Donald Trump.

 

Her er uppgerðin:

 

– 9 lyfti eru rokkin.

 

– 47 lyftum verður framvegis arbeitt við.

 

– 6 lyfti eru endað við semju.

 

–32 lyfti eru útsett.

 

– 7 lyfti eru brotin,

 

Og hvussu gekst so við teimum týdningarmestu vallyftunum? Les her:

 

– Taka av Obamacare.

 

Støða: Arbeitt verður framvegis við málinum.

 

Eftir fleiri royndir uppá at taka av heilsunýskipanina, sum undanmaðurin Barack Obama setti í verk, ið millum manna verður nevnd Obamacare, eydnaðist tað republikanskum umboðsmannatinglimum at taka av krav um, at allir amerikanarar skulu hava eina heilsutrygging.

 

Stórir partar av nýskipanini eru tó framvegis í gildi.

 

– Byggja ein múr eftir markinum til Meksiko, sum meksikanarar skulu gjalda fyri.

 

Støða: Arbeitt verður við málinum.

 

Trump hevur biðið um 18 millardir dollarar – slakar 110 milliardir krónur – næstu tíggju árini, sum skulu brúkast til ein múr eftir markinum til Meksiko.

 

Tað er ikki samtykt í kongressini, har demokratarnir eru ímóti.

 

Heldur ikki er eydnast at fáa Maksiko sannført um, at tey skulu gjalda múrin.

 

Tó hevur amerikanska ráðið fyri tjóðartrygd sett í gongd bygging av átta ymsum prototypum.

 

– Seta í gildi innferðarforboð ímóti fólkum úr »økjum við yvirgangsbrotsmannalyndi«

 

Støða: Arbeitt verður við málinum.

 

Eina viku eftir, at Donald Trump tók við forsetastarvinum, skrivaði hann undir eina fyriskipan, sum millum annað merkti, at borgarar út Iran, Irak, Libya, Somalia, Sudan, Sýria og Yemen ikki kundu sleppa inn í USA í 90 dagar.

 

Tað bleiv steðgað av dómstólunum.

 

Men tó eru framstig. 4. desember góðkendi amerikanski hægstirættur eina fyribils góðkenning av forboðnum.

 

Hetta forboð snýr seg um fólk úr Tjad, Ymen, Venezuela, Norðurkorea, Sýria, Libya, Iran og Somalia.

 

Irak er ikki longur fevnt av forboðnum.

 

Forboðið er tó bert í gildi, so leingi tað verður viðgjørt við lægri rættir. Harvið er ikki vist, at tað heldur fram.

 

– Lækka skattin hjá øllum.

 

Støða: Endað í semju.

 

Sum forsetavalevni lovaði Donald Trump at gera skattaviðurskiftini hjá øllum betri.

 

Stutt fyri jól eydnaðist tað forsetanum at fáa eina skattanýskipan góðkenda í Kongressini.

 

Men ikki allir inntøkubólkar fáa skattalætta, vísir uppgerðin. Og í 2027 fara øll við árligari inntøku undir 75.000 dollarar í veruleikanum at fáa skattahækking.

 

– Taka USA úr veðurlagsavtaluni frá París.

 

Støða: Rokkið.

 

– Tað er mín skylda at verja Amerika og amerikanskar borgarar, og fyri at liva upp til tað vil eg taka USA úr París-veðuravtaluni.

 

Soleiðis segði Donald Trump 1. juni í 2017, tá hann almannakunngjørdi avgerðina um at fara úr altjóða veðurlagsavtaluni frá COP21-toppfundinum í París í 2015.

 

Avgerðin kemur í gildi í 2020. Men longu nú hevur amerikanska stjórnin slept sínum skyldum í avtaluni.

 

Síðani juni í fjør hevur forsetin gloppað dyrnar fyri møguleikanum, at USA einaferð kann koma uppíaftur avtaluna. Men ógreitt er, nær – og hvussu – tað skuldi hent.

 

– Sleppa altjóða kjarnorkuavtaluni við Iran.

 

Støða: Arbeitt verður við málinum.

 

12. januar læt Trump forseti vera við enn einaferð at seta í gildi kjarnorkutengd tiltøk ímóti Iran, soleiðis sum altjóða kjarnorkuavtalan fyriskrivar.

 

Men tað var við einum kravboðum: Um ikki »vánaligi mistøk« í kjarnorkuavtaluni við Iran verða rættað, fer USA úr avtaluni.

 

– Hetta er síðsti møguleiki, segði hann í eini skriftligari fráboðan.

 

– Og um eg einaferð meti, at ein slík avtala ikki kann røkkast, fari eg úr avtaluni alt fyri eitt.

 

Avtalan við Iran, sum Trump undir valstríðnum lovaði at taka USA úr, gongur út uppá at sleppa undan, at iranar menna kjarnorkuvápn.

 

Hinvegin hevur Vesturheimurin sett úr gildi fleiri tiltøk ímóti landinum.

 

– Útnevna ein nýggjan lim til amerikanska hægstarætt.

 

Støða: Rokkið.

 

Eftir bara tvær vikur í Hvítu Húsunum almannakunngjørdi Donald Trump, hvønn hann vildi hava sum nýggjan hægstarættardómarar eftir Antonin Scalias, sum doyði.

 

Tað eydnaðist ongantíð undanmanninum Barack Obama at fáa sítt boð góðkent av Kongressini. Men tað eydnaðist hinvegin hjá Trump.

 

Við tilnevningini av Neil Gorsuch, sum varð góðkendur í juli, var aftur konservativur meiriluti í hægstarætti, har tilsaans níggju dómarar sita.

 

Keldur: BBC, Politifact og dpa.

/ritzau/