fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 5°C

Vindur 16.6m/s

Leita á in.fo

Vilmund Jacobsen 10.01.2017 (22:56)

Soleiðis gjørdi Elinborg Apol

Grannakaffi, sum Krabbameinsfelagið skipar fyri aftur í ár, verður vikuskiftið 11. - 12. mars 2017, og nú ber til at tekna seg um heimasíðuna hjá felagnum. Í fjør var Grannakaffi vikuskiftið 5.-6. mars, og umleið 100 vertir kring landið lótu dyrnar upp.

 

Á heimasíðuni hjá Krabbameinsfelagnum í dag greiðir Elinborg Apol frá, hvussu hon gjørdi, tá hon læt dyrnar upp fyri sínum nýggju grannum til Grannakaffi í fjør. Tey vóru tá júst flutt í grannalagið í Varðabú, og hon hugsaði, at hetta var eitt gott høvi at hitta grannarnar.

 

- Eg sendi eina innbjóðing heim til allar grannarnar, og eg legði eina innbjóðing út á Facebook-bólkin, sum grannalagið hevur. Familja og vinir vórðu eisini boðin, og tá avtornaði, vóru stívliga 30 fólk til Grannakaffi heima hjá okkum.

 

Hon sigur, at hóast plássið heima er avmarkað, so er hetta ikki avgerandi fyri, um tiltakið hepnast ella ikki. Heldur var tað óformella samskifti millum grannarnar, sum myndaði tiltakið henda leygardagin.

 

- Summir grannar kennast væl frammanundan, meðan onnur ikki hittast so ofta, men fyri okkum, sum nýliga vóru flutt í grannalagið, var tað sera positivt at fáa eitt prát við okkara nýggju grannar, sum eisini tóku væl undir við tiltakinum.

 

Elinborg Apol setti sær fyri, at tiltakið skuldi vera einfalt, og kjarnin í øllum skuldi vera spontana og óformella prátið millum grannar og vinir, og júst hetta heldur hon eydnaðist væl. Sjálvandi krevur tað nakað av fyrireiking at fáa so mong inn á gólvið í senn.

 

- Men, tú ger sjálv av, hvussu umfatandi tað verður. Bússan stóð í inngongdini saman við bókini "Okkara millum", sum henda dagin varð brúkt sum eitt slag av gestabók. Heldur enn at hava undirhald og marglætiskøkur hugsaði eg meira um, at hesir tímarnir saman við grannunum skuldu vera við góðum práti og nærveru, sigur Elinborg Apol.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her