fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 13.3m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 13.09.2017 (19:06)

Soleiðis sær Róland hjá Bakkafrost út

2. septembur var skipað fyri hátíðarløtu og móttøku í samband við at nýggjast skipið hjá Bakkafrost er komið í flotan. Skipið eitur Róland eftir Rólandi Jacobsen, sum saman við beiggja sínum, Hans, stovnaði Bakkafrost í 1968. Triðji bróðurin, Martin, gjørdist partur av felagnum í 1971.

 

Føroyska filmsframleiðslufelagið Drone Director gjørdi hesar upptøkurnar av Rólandi hendan dagin.

 

Róland er 71,99 metrar langur og 16,01 metrar breiður og vigar 2,1 tons. Skipið er bygt í Noregi í 2001.

 

Les eisini: Róland á kurteisferð

 

Flotin hjá Bakkafrosti telur nú seks skip og 55 alibátar í ymiskum støddum.

 

Drone Director við Simon Nordendal hevur gjørt filmin, meðan Dávur Winther hevur tikið myndirnar í myndasavninum niðanfyri.

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her