fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 4.9m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 16.05.2018 (18:00)

Soleiðis setur tú mørk fyri børnini á Playstation

Nógvar familjur í Føroyum eiga ein Playstation 4, men visti tú, at tú sum foreldur kann seta avmarkingar á hvat tilfar, børnini fáa atgongd til?

 

Playstation 4 hevur langt síðani gjørt sína innrás í føroysku heimini og bjóðar øllum brúkarunum eitt hav av undirhaldi. Hóast meiningin fyrst og fremst er at spæla spøl, so kann ein eisini surfa á netinum við einum Playstation, stroyma filmar, lurta eftir tónleiki ella keypa nýggj spøl.

 

Men tað ber til at avmarka hesar møguleikarnar, so at tú sum foreldur hevur betri yvirlit yvir, hvat slags tilfar børnini hava atgongd til.

 

Tað fyrsta tú skalt gera, er at gera tær sjálvum eina brúkarakontu, sum eisini verður administratorkonta á maskinuni. Hesin brúkarin hevur fult ræði yvir øllum innstillingunum hjá hinum brúkarunum.

 

Hetta gevur tær eisini møguleikan at broyta innstillingarnar hjá børnunum, so at tú kanst forða fyri, at tey spæla spøl við ov høgum aldursmarki til teirra, síggja óhóskandi tilfar ella keypa alt ov nógv í handlinum. Administratorkontan er eisini tann einasta, sum kann leggja aðrar brúkarar afturat.

 

Eina høvuðskontu gert tú við at velja indstillinger > Vælg bruger > Påloggingsindstillinger > Administration av passord > Vælg ønsket pin-kode.

 

Síðani gert tú eina kontu fyri hvørt barn, ið brúkar maskinuna. Tá fert tú undir Indstillinger > Forældrekontrol > Bikontoadministration > Læg til barn.

 

Tá tú hevur gjørt egnar kontur til børnini kanst tú seta instillingarnar og mørk fyri hvørt einstakt barn. Hetta er serliga hent, um tú hevur børn í ymiskum aldri.

 

Far til Indstillinger > Forældrekontrol > Vel kontuna, sum tú skalt broyta > Forældrekontrol. So kemur ein listi fram við øllum tí, sum tú kanst broyta á teirra kontu.

 

Her ber til at steingja atgongd til netið og seta aldursmark á spøl og á filmar.

 

Fert tú undir Indstillinger > Forældrekontrol > Vel brúkara > Månedlig forbrug, kanst tú seta eitt hægsta mark fyri, hvussu nógvan pening ymisku brúkararnir kunnu brúka í PlayStation Store. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her