Leita á in.fo

Pætur Hjalmar Evensson 07.11.2018 (23:15)

Soleiðis veitst tú, um onkur hevur fingið hjartastopp

Um ein persónur fær hjartastopp, er umráðandi hjá hjástøddum persónum at handla skjótt og skaffa hjálp umgangandi. Tað kann snúgva seg um minuttir, og tí er tað umráðandi at kenna eyðkennini av einum hjartastoppi.

 

Soleiðis veitst tú, um ein persónur hevur fingið hjartastopp:

 

Kanna, um persónurin hevur mist vitið. Tak í akslarnar og ruska varliga. Tosa hart við persónin. Um persónurin ikki letur við seg koma, er viðkomandi uttan vit.

 

Kanna, um persónurin hevur vanligan andadrátt. Skapa fría andaleið við at boyggja høvdið lættliga afturá og lyfta høkuna upp. Hygg eftir, um bringan fer upp og niður. Merk eftir við kjálkanum, um tú følir andadráttin og lurta eisini.

 

Er persónurin uttan vit, og hevur hann ella hon ikki vanligan andadrátt, so er talan um hjartastopp.

 

Tá skalt tú ringja 112 umgangandi, og inntil tá skalt tú royna at fáa persónin til lívs aftur við kunstigum andadrátti ella hjartamassasju. Dugir tú ikki hetta frammanundan, verður tú vegleiddur av vakthavandi.

 

At hjartamassasja verður sett í gongd skjótt saman við kunstigum andadrátti kann tvífalda møguleikan fyri, at sjúklingurin verður bjargaður. Her er eitt videobrot, sum vísir, hvussu mann gevur hjartamassasju á rættan hátt.

 

Er ein hjartastartari nærindis, skalt tú fara eftir honum, ella senda onkran annan eftir honum, um onnur fólk eru til staðar. Tú verður eisini her vegleiddur av alarmsentralinum. Her kanst tú síggja, hvussu mann brúkar ein hjartastartara.

 

Á Hjartastartari.fo sæst, hvar hjartastartarar eru í Føroyum. 

 

Keldur: Hjertestarter.dk og Hjartastartari.fo


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her