Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 01.01.2019 (12:00)

Soleiðis verða vegirnir saltaðir og ruddaðir

Higartil í vetur hava tað ikki verið so ógvuliga nógvir dagar við hálku og kava, men teir komandi mánaðirnar plaga ofta at vera teir, har tað mest brúk fyri kavarudding og at salta vegirnar.

 

Men tað er ikki tilvildarligt hvørjari raðfylgju vegirnir verða saltaðir. Landsverk sigur á heimasíðu síni, at teir vegirnir, sum fyrst verða ruddaðir fyri kava, og saltaðir, eru teir vegirnir, har ferðslan er mest.

 

– Landsverk hevur nevniliga hvørki játtan, ella útgerð, til at rudda kava, og salta allar landsvegir, 24 tímar um samdøgurið, sigur stovnurin. 

 

Tí hevur Landsverk bólkað landsvegirnar í fýra ymiskar flokkar: A, B, C og D vegir. Og vegirnir verða bara saltaðir, og ruddaðir fyri kava, ta tíðina á degnum, tá ið tað er mest ferðsla. Gerandisdagar er tað ímillum klokkan fimm á morgni og klokkan níggju um kvøldið, og sunnudagar og halgidagar er að frá klokkan seks á morgni til klokkan níggju á kvøldið.

A og B vegir eru teir vegir, har ferðslan er mest. Og Landsverk sigur, at tískil er endamálið at gera tað trygt at koyra á A og B vegunum fyrst. Undir vanligum umstøðum er koyrandi eftir øllum vegum í flokki A frá klokkan seks á morgni, og leygardagar frá klokkan sjey á morgni.  Sunnudagar og halgidagar er tað koyrandi frá klokkan átta.

 

Samstundis er endamálið, at tað skal verða koyrandi eftir vegum í bólki B frá klokkan seks á morgni gerandisdagar og frá klokkan átta á morgni um vikuskiftini og halgidagar.

 

Vegir í bólki C, eru vegir við minni ferðslu, og á vegum í bólki D er næstan ongin ferðsla. Endamálið er, at á vegum í bólki C skal tað vera koyrandi – men við varsemi. Hinvegin verða vegirnir í bólki D bara ruddaðir fyri kava, og saltaðir eftir áheitan í vanligari arbeiðstíð – og teir verða ikki saltaðir fyrr enn at A, B og C-vegirnir longu eru saltaðir.


Men Landsverk sigur, at umframt hetta, verður verða serlig atlit eisini tikin til ferðaætlanina hjá Smyrli, so tá ið Smyril siglur seint á kvøldið, verður saltað og ruddað í sambandi við tað. Tað sama er galdandi tá ið flogfør eru seinkað.

 

Á leinkjunum niðanfyri, undir lýsingin,sæst, hvussu teir ymsu vegirnir eru bólkaðir í A, B, C og D vegir, og tað sæst eisini akkurát, hvørji vegastrekki verða saltað, og ruddað fyri kava. Her sæst sostatt eisini, hvussu vegurin, hr tú plagar at koyra, verður raðfestur. Myndirnar eru frá Landsverki.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her