Soleiðis verður Dansk Melodi Grandi Prix avgjørt

Í kvøld verður Melodi Grand Prix í Danmark, har millum annað føroyingurin Sigmund Tróndheim, verður við. Kappingin verður avgjørt av atkvøðum frá hyggjarum og frá dómsnevnd.

 

Tíggi sangir kappast í kvøld um at vinna heiðurin sum vinnari av ársins donsku melodigranprix sangkappingini.

 

– Tað er 62. ferð, at Dansk Melodi Grand Prix verður hildið. Í ár verður tað í Jyske Bank Boxen í Herning, har kappingini byrjar klokkan 19 okkara tíð.

 

– Vertir verða Kristian Gintberg og Johannes Nymark.

 

– Seinastu árini hava umleið 1,5 millión fólk sæð sendingina í sjónvarpinum.

 

– Teir tríggir sangirnir, sum fáa flestar atkvøður, fara víðari til superfinaluna, har luttakararnir syngja umaftur, og so verður atkvøtt av nýggjum.

 

Les eisini: Sigmund skal luttaka í danska Grand Prixnum

 

– Vinnarasangurin verður valdur við atkvøðum umvegis sms ella eini app, og við atkvøðum frá eini dómsnevnd við 10 serkønum limum.

 

– Atkvøðurnar hjá hggjarunum telja 50 prosent, og somuleiðis telja atkvøðurnar hjá dómsnevndini 50 prosent.

 

– Vinnarin skal umboða Danmark við evropisku Eurovision Song Contest í Ísrael í maimánaði.

 

Kilde: DR.

/ritzau/