Leita á in.fo

Myndina eigur Ingi Sørensen

Barbara Holm 11.01.2019 (09:01)

Soleiðis verður veðrið um vikuskiftið

Í dag verður lot av ymsum ættum, undir 5 m/s, men seinnapartin veksur hann vindin nakað til 5 - 10 m/s av suðri og útsynningi, í kvøld 7 - 12 m/s og hann snarar í ein vestan. Tað verður skýggjað og seint seinnapartin verður regn. Hitin millum 5 og 8 stig. Um náttina verður klárari við einstøkum ælum, og hitin millum 4 og 7 stig. 

 

 

 

 

 

 

Leygardagin veksur vindurin til andøvsgul upp í ein strúk av vestri og útsynningi, 8 - 13 m/s. Seint um kvøldið veksur hann vindin til hvassan vind, 18 m/s, og um náttina snarar hann í vestan, 8 - 13 m/s. Skýggjað og einstøk æl, seinni regn av vestri. Hitin millum 5 og 8 stig, um náttina millum 3 og 6 stig. 

 

 

 

 

 

 

Sunnudagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norði, 10 - 15 m/s, sum seinnapartin minkar til 4 - 9 m/s. Skýggjað fyri tað mesta, og einstøk æl við vátakava ella kavi, men sum frálíður turt. Hitin verður milum 1 kuldastig og 3 hitastig um dagin, og millum frostmarkið og 4 kuldastig um náttina. 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her