Soleiðis verður veðrið um vikuskiftið

Danska veðurstovan roknar við hampuligum veðri

Danska veðurstovan DMI roknar við hampuligum veðri um vikuskiftið – í morgin kann verða góðveður við sól eina løtu.

 

DMI sigur, at í dag verða 8-13 m/s av útsynningi. Fyri tað mesta samdrigið og nakað av regni ella sirmi. Hitin verður millum 10 og 13 stig. Í kvøld og í nátt minkar vindurin niður í 5-10 m/s av útsynningi. Tað verður klárari í veðrinum. Hitin verður millum 7 og 10 stig.

 

Sunnudagin verða 5-10 m/s av útsynningi og vestri, nakað av sól, sum frálíður skýggjað. Hitin verður millum 10 og 14 stig.

 

(Mynd: Ingi Sørensen)