Soleiðis verður veðrið um vikuskiftið

Danska veðurstovan roknar við hampuligum veðri um vikuskiftið

Dagarnir verða hampuliga góðir, men tað verða eisini onkrar løtur við regni um vikuskiftið. Tað verður lítið av vindi og eisini sólglottar av og á.

 

DMI sigur, at í dag vera 2-7 m/s av suðri, seinni av landsynningi. Samdrigið og turt fyri tað mesta, onkrar løtur kann sólin kaga fram. Í kvøld 5-10 m/s av landsynningi. Samdrigið og út á náttina regn av vestri. Hitin millum 9 og 12 stig.

 

Sunnudagin verða 2-7 m/s av suðri og útsynningi. Samdrigið og regn, men út á dagin klárari og nakað av sól. Um náttina 5-10 m/s, samdrigið og ælaveður. Hitin millum 8 og 13 stig.