Leita á in.fo

Barbara Holm 20.09.2017 (10:45)

Sólferðir: Her flýgur Atlantic næsta summar

Sum nakað nýtt fer Atlantic Airways at flúgva beinleiðis til Malta næsta summar. Tað skrivar Atlantic Airways í tíðindaskrivi í dag. 
 

 

- 316 km2 stóra landið í Miðjarahavinum er sera væl umtókt sum ferðamannaland. Høvuðsstaðurin Valetta er á listanum hjá UNESCO yvir heimsarv, og við sínum fleiri enn 320 fornminnum á 55 hektarum er Valetta ein tann søguríkasti býurin í heiminum. So tað er ikki uttan orsøk, at Malta er valt at vera mentanarhøvuðsstaður í Evropa fyri árið 2018. Alt snýr seg sjálvandi ikki bara um mentan og søga, tí á Malta eru sjálvsagt nógvar strendur, og um summarið er sera gott veður og nógv sól, skrivar Atlantic Airways í dag. 

 


 
Umframt Malta og føstu sól ferðamálini Barcelona og Mallorca, verður eisini flogið til Lissabon aftur næsta summar


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her