fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 3.8m/s

Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 29.01.2018 (15:45)

Sólskinssøga í Havn heldur fram í tryggari legu

– Hetta hevur verið ein sólskinssøga fyri Havnina.

Tað er skoðsmálið, íverksetarahúsið, Hugskotið, fær frá Boga Andreasen, býráðslimi í Havn, og formanni í vinnunevndin.

 

Hugskotið varð sett á stovn í 2014 og fyribils var talan um eina royndartíð. Men hetta hevur hepnast so mikið væl, at í gjárkvøldið samtykti Tórshavnar Býráð at gera Hugskotið til eina varandi skipan. Og sostatt fer íverksetarahúsið í Havn at halda fram.

 

Endamálið við Hugskotonum, er, at gera tað lættari hjá íverksetarum at gera síni hugskot til veruleika og har kunnu íverksetarar fara at savna vitan og fáa stuðul og vegleiðing um  fígging, vørumenning, útflutning, og annað, sum har til hoyrir.

 

Bogi Andreasen sigur, at Hugskotið hevur verið ein sólskinssøga og nú tað er flutt í Sjóvinnuhúsið, hevur Hugskotið pláss fyri at hava 27 íverksetarar inni. Og hann legði afturat, at hesa tíðina Hugskotið hevur verið til, hava 350 íverksetarar og fyritøkur verið í Hugskotinum og fingið rágeving.

 

– Hetta vísir, hvussu stórur tørvur hevur verið á Hugskotinum, leggur hann afturat. Hann vísir eisini á, at tað eru ikki bara nýstovnað virki, sum hava verið í Hugskotinum, tí fleiri av teimum hava eisini verið verandi fyritøkur, sum hava leitað eftir ráðgeving til ymiskar avbjóðingar.

 

Bergun Kann tekur undir við at stuðla Hugskotinum, tí hon vísir á, at í longdini fær kommunan eisini inntøku burtur úr tí vinnuliga virksemi, Hugskotið leggur lunnar undir.

 

Gunvør Balle sigur, at tað er ógvuliga fá av teimum, sum hava verið í Hugskotinum, sum hava slept sínum ætlanum, tvørtur ímóti eru nógvar av teimum vorðnar til veruleika.

 

Og Annika Olsen, borgarstjóri, legði dent á, at hetta sæst aftur í kommunukassanum, tí í fjør fekk Tórshavnar Kommuna tvær ferðir so stóra inntøku av partafelagsskatti, sum mett varð við ársbyrjan. Tá ið fíggjarætlanin fyri 2017 varð løgd, varð mett, at inntøkan av partafelagsskatti fór at vera 25 milliónir í fjør, men nú árið er gjørt upp, vísir tað seg, at hon verður 50 millónir.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her