Leita á in.fo

Sólva Káradóttir Eliasen. Mynd: setur.fo

Hallur av Rana 11.08.2017 (15:44)

Sólva skal verja ph.d. ritgerðina

Seinni í hesum mánaðinum skal Sólvá Káradóttir Eliasen, ið seinastu trý árini hevur starvast á Havstovuni, verja ph.d. ritgerðina, ið hon lat inn í apríl mánað, um gróður á føroyska landgrunninum. Tað skrivar Fróðskaparsetur Føroya á heimasíðuni í dag.


Heitið á ritgerðini er "Primary prodction on the Faroe Shelf - Spatial and temporal variations with links to hydrography", og skal ritgerðin verjast 24. august á Vinnuháskúlanum har ein dómsnevnd við Bárðuri A. Niclasen, Náttúruvísindadeildin, Corinna Schrum, Geofysisk Institutt á Bergen Universitet, og Rubao Ji, Woods Hole Oceanographic Institution, skulu meta um verkið.


Fróðskaparsetrið upplýsir, at Sólva Káradóttir Eliasen hevur lisið M.Sc. í jarðalisfrøði á Københavns Universitet og B.Sc. í støddfrøði á University of London, og hevur arbeitt við ph.d. verkætlanini síðan 2013.


Karin Margretha Húsgarð Larsen, Bogi Hansen, Hjálmar Hátún og Till Andreas Soya Rasmussen hava virkað sum vegleiðarar hjá Sólvu Káradóttir Eliasen, meðan tað er danska stjórnin, ið hevur fíggjað verkætlanina.


Ritgerðin viðgerð gróðurin á landgrunninum, og hvussu hann verður ávirkaður av havfrøðiligum viðurskiftum.


- Føroyski landgrunnurin hevur stóran týdning í føroysku fiskivinnuni, og tí er ynskiligt at skilja samansettu vistskipanina á landgrunninum betur. Grundarlagið undir allari føðiketuni í sjónum er gróðurin, og í verkætlanini hevur verið hugt at, hvussu havfrøðilig viðurskifti ávirka gróðurin. Mátingar, sum Havstovan hevur gjørt seinastu 20 árini, hava verið gjøgnumgingnar, umframt at eitt háupploysiligt modell av føroyska Landgrunninum, altjóða veðurlagsmodell og mátingar frá fylgisveinum eisini hava verið gagnnýtt. Verkætlanin gevur eina betri heildarfatan av gróðrinum á Landgrunninum , t.d. hvussu gróðurin broytist gjøgnum árstíðirnar í ymsum økjum og hvussu broytingar í havi og atmosferu ávirka gróðurin. Harafturat er nýggja vitanin eisini áhugaverd í samband við, hvar ymisk fiskasløg halda til, skrivar Setrið um ritgerðina. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her