Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 11.10.2018 (11:54)

Sonja Jógvansdóttir á fundi hjá Tjóðveldi

Hon varð vald á ting sum nummar 2 fyri Javnaðarflokkin á valinum 1. september í 2015. Tvær vikur seinni meldaði hon seg úr Javnaðarflokkinum aftur.

 

Greining: Nú er rættiliga greitt, at Sonja Jógvansdóttir verður valevni fyri Tjóðveldi til næsta løgtingsval. Í gjár var hon á fundi hjá Eysturoyar Tjóðveldisfelag í Fuglafirði. Tað váttar Hallur Ellingsgaard, formaður í Eysturoyar Tjóðveldisfelag.

 

Hóast eingin vil siga nakað, so skilst, at øll í Tjóðveldinum ikki eru so fegin um at fáa Sonju upp í flokkin. Serliga skulu tað vera sterku kvinnurnar í Havn, sum eru ivasamar. Tað kann so vera orsøkin til, at hon fer á limafund hjá Eysturoyar Tjóðveldisfelag og ikki hjá Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag, hóast hon býr í Havn.

 

Enn hevur hon ikki greitt frá, hví hon fór úr Javnaðarflokkinum, uttan tað, at onkur hevur sagt okkurt, sum hevur sært hana.

 

Sambært søguni hjá LGBT, so varð Sonju Jógvansdóttir lovað, at hjúnabandslógin skuldi vera partur av samgonguskjalinum millum Javnaðarflokin, Tjóðveldi og Framsókn. Eingin annar hevur tó váttað, at hetta lyftið nakrantíð varð givið. Tvørturímóti at tað skuldi standa einum og hvørjum í samgonguni frítt at atkvøða eftir síni egnu sannføring í hesum máli.

 

Men sambært søguni hjá LGBT, so er hetta, »umframt aðrar persónligar orsøkir«, orsøkin til, at hon meldaði seg úr Javnaðarflokkinum sama dag, sum Aksel V. Johannesen varð valdur til løgmann.

 

Eingin í Javnaðarflokkinum hevur heldur greitt frá, hvør orsøkin varð til ósemjuna við Sonju Jógvansdóttir. Men keldur, sum standa Javnaðarflokkinum nær siga, at orsøkin varð, at hon kravdi at gerast landsstýriskvinna í almannamálum. Men tað fekst ikki semja um tað í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum, og tí var endin, at Eyðgunn Samuelsen gjørdist landsstýriskvinna í almannamálinum, meðan Sonju Jógvansdóttir stóð í boði at gerast landsstýriskvinna í arbeiðsmarknaðar- og samferðslumálum.

 

Til hetta skal Sonja Jógvansdóttir hava sagt, at gjørdist hon ikki landsstýriskvinna í almannamálum, so meldaði hon seg úr flokkinum. Og tað gjørdi hon sama dag, sum avgerðin um landsstýrsifólkini varð tikin. Í síðstu løtu vórðu boð send eftir Henriki Old at gerast landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðar- og samferðslumálum.

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her