Sonja kláraði sperrumarkið seinast

Tað er bara trý løgtingsfólk, sum á seinasta løgtingsvali fingu nóg nógvar atkvøður til at verða vald uttanflokka

 

Tað er bara trý løgtingsfólk, sum á seinasta løgtingsvali fingu nóg nógvar atkvøður til at verða vald uttanflokka

 

Aksel V. Johannsen við 2.405 atkvøður. Høgni Hoydal við 1.149 atkvøðum. Og Sonja J. Jógvansdóttir við 1.021 atkvøðum. Tey trý eru tey einastu av løgtingsfólkunum, sum fingu meira enn 1/33 av atkvøðunum, sum vóru greiddar á løgtingsvalinum í 2015.

 

Um tey stillaðu upp uttanflokka og fingu somu atkvøður, so vórðu tey trý vald uttanflokka. Fyri at fáa umboð valt á ting uttanflokka, skalt tú hava 1/33 av atkvøðunum. Á seinasta løgtingsvali greiddu 32.374 fólk atkvøðu. 1/33 partur av tí er 981,03. Tað merkir, at tú skuldi hava í minsta lagi 982 atkøvur fyri at verða valdur á ting.

 

Tað er galdandi fyri flokkar sum stilla upp. Og tað er eisini galdandi fyri persónar, sum stilla upp uttanflokka.

 

Tað hendir seg meira enn so, at nýggir flokkar stilla upp, og at persónar stilla upp uttanflokka.

 

Hósdagin skrivaði in.fo, at Sonja Jógvansdóttir fer upp í Tjóðveldi, og at fráboðan kemur fyrsta dagin um, at Sonja Jógvansdóttir verður partur av tingmanningini hjá Tjóðveldi. Sonja Jógvansdóttir vil ikki vátta hesi tíðindi. Tað er heldur ikki vanligt, at politikarar, sum skifta millum flokkar, boða frá slíkum frammanundan. Tað verður boðað frá tí, tá tað hendir.

 

Men greitt er, at um uttanflokkatingfólkini Sonja Jógvansdóttir og Magni Laksafoss ætla sær eina framtíð sum politikarar, so mugu tey skjótt til at velja sær ein flokk at fara í. Tey kunnu sjálvandi velja at stilla upp uttanflokka, men tá verður tað bara ein hypotetiskur spurningur, um tað ber til.

 

Tað er bara hent tvær ferðir áður, síðani vit fingu floksbýti á tingi í 1906, at nakar er valdur á ting uttanflokka. Tað hendi, tá A. C. Evensen varð valdur uttanflokka í Sandoyar valdømi í 1916, og tá Kjartan Mohr varð valdur uttanflokka í Suðurstreymoyar valdømi í 1954.

 

Sum nevnt, so høvdu tey trý, Aksel V. Johannesen, Høgni Hoydal og Sonja Jógvansdóttir nóg mikið av atkvøðum á seinasta løgtingið til at kunna verða vald á ting uttanflokka. Men av tí at tey stillaðu upp fyri flokkar, so telja teirra atkvøður við í atkvøðutalinum hjá flokkinum. Og tá tú sum veljari velur ein flokk, so telja atkøvðurnar fyri øll valevnini eisini við hjá flokkinum. Tí er tað heilt víst so, at hesi trý tingfólkini fingu ein part av persónligu atkvøðunum júst tí at tey nú vórðu uppstillað fyri tann flokk, tvey vórðu uppstillað fyri. Við øðrum orðum: Tey høvdu ikki fingið eins nógvar atkvøður, um tey stillaðu upp uttanflokka.

 

Men møguleikin kann ikki útilokast.

 

So hvørt valið nærkast, so fara vit at síggja nakrar flytingar og nakrar bylgingar í flokkunum. Tvær teirra verða helst, at Sonja Jógvansdóttir og Magni Laksafoss fara at boða frá, hvønn flokk tey hava valt sær, meðan allir flokkar fara at boða frá, hvørji valevni tey hava valt sær.

 

Niðanfyri síggjast persónligu atkvøðutølini hjá øllum teimum, sum stillaðu upp til løgtingsvalið seinast 1. september í 2015:

 

 
 

Fólkaflokkurin

 

Listin

178

1

Jacob Vestergaard

966

2

Annika Olsen

961

3

Jørgen Niclasen

699

4

Jákup Mikkelsen

380

5

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir 

371

6

Jógvan á Lakjuni

365

7

Joen Magnus Rasmussen 

278

8

Janus Rein

273

9

Brandur Sandoy

258

10

Rodmundur Nielsen

197

11

Sólvit E. Nolsøe

162

12

Hanus Samró 

146

13

Hans Jákup Kallsberg

137

14

Ingi Olsen

113

15

Eyðstein Ó. Poulsen

112

16

Jógvan Kristin Olsen

80

17

Mortan T. Vang

69

18

Joan Neshamar

51

19

Ingvør Justinussen

44

20

Fróði Ó. Olsen

41

21

Tummas Larsen

41

22

Marin Sigvaldsdóttir Bláberg

36

23

Jens Kristian Rasmussen 

30

24

Trúgvi Gudmundarson

28

25

Michael Dalbø

27

26

Jákup Martin Kjeld

24

27

Mariann P. Garðalíð

22

28

Pól Adrian í Homrum

13

 
 

Sambandsflokkurin

 

Listin

368

1

Edmund Joensen

636

2

Kaj Leo Holm Johannesen

601

3

Bárður á Steig Nielsen

595

4

Magnus Rasmussen

503

5

Bjørn Kalsø

492

6

Magni Laksáfoss

374

7

Helgi Abrahamsen

350

8

Gerhard Lognberg

279

9

Alfred Olsen

243

10

Edva Jacobsen

229

11

Eivin Jacobsen

203

12

Rósa Samuelsen

196

13

Reimund Langgaard 

143

14

Erhard Joensen

130

15

Anfinn Brekkstein

120

16

Conrad Gaard Joensen

89

17

Vinjard Johansen

73

18

Eyðbjartur Skaalum

72

19

Bernhard Højgaard Petersen

57

20

Heini Fosaa

42

21

Gitte Klein

39

22

Anna Falkenberg

38

23

Árni Guldborg Nielsen

27

24

Jóna Mortensen

27

25

Ingi Mittún

25

26

Niels Olaf Eyvindsson 

24

27

Petra Iversen 

23

28

Mai Laksáfoss Simonsen

18

29

Martin Pauli Jacobsen

16

30

Svend Sivertsen

14

 
 

Javnaðarflokkurin

 

Listin

461

1

Aksel V. Johannesen

2.405

2

Sonja Jógvansdóttir

1.021

3

Eyðgunn Samuelsen

433

4

Rigmor Dam 

396

5

Heðin Mortensen

392

6

Henrik Old 

387

7

Kristin Michelsen 

302

8

Bjarni Hammer

298

9

Helena Dam á Neystabø

198

10

Jónleif Johannesen

183

11

Sjúrður Skaale 

175

12

Kristianna W. Poulsen

157

13

Djóni Nolsøe Joensen

135

14

Hilbert Elisson

122

15

Bjørg Dam

115

16

Sonni Samuelsen

111

17

Artur Johansen

110

18

John av Reyni

101

19

Kristoffur Gaardlykke

97

20

Finnbjørn Vang

80

21

Oda Kjartansdóttir Strøm

80

22

Aimé Jacobsen

64

23

Ingrid S. Henriksen

48

24

Petur Páll Mikkelsen

47

25

Sigga Óladóttir Joensen 

43

26

Jóan Pauli Joensen 

42

27

Wenzel Olsen

31

28

Álvur Jøkladal

30

29

Signar Nielsen

17

30

Teitur Vágadal

12

 
 

Nýtt Sjálvstýri

 

Listin

41

1

Jógvan Skorheim 

389

2

Kári P. Højgaard

352

3

Bárður Kass Nielsen

69

4

Bjørn á Heygum

57

5

Rúna Sivertsen

53

6

Rógvi Fossádal

51

7

Zakarias Wang

49

8

Lasse Klein

43

9

Rúni Jacobsen

40

10

Pól Jákup Poulsen 

35

11

Hans Jákup Hermansen

32

12

Jógvan á Høvdanum

32

13

Ronald Poulsen

22

14

Arnfríð Vestergaard Hentze 

13

15

Erhard Jacobsen

13

16

Sofus Hansen

8

17

Jóhann Clementsen

6

 
 

Tjóðveldi

 

Listin

239

1

Høgni Hoydal

1.149

2

Sirið Stenberg

755

3

Kristina Háfoss 

662

4

Magni Arge

438

5

Annita á Fríðriksmørk

425

6

Katrin Kallsberg 

396

7

Páll á Reynatúgvu

369

8

Bjørt Samuelsen

361

9

Óluva Elin Klettskarð

333

10

Pauli Trond Petersen

218

11

Ingolf S. Olsen

154

12

Petur Háberg

137

13

Kristina Clementsen

134

14

Jóhan Christiansen

121

15

Jógvan í Skorini

113

16

Jákup Dam

91

17

Jóhann Lützen 

88

18

Sonni á Horni

76

19

Maud Wang Hansen

72

20

Arni Nielsen

58

21

Jóannes Guttesen

47

22

Tór Marni Weihe

44

23

Trinemia Johannesen

35

24

Livar Nysted

33

25

Emil Hermansen

30

26

Jógvan Magnus Hansen

26

27

Klæmint Østerø

25

28

Birita á Løgmansbø Bláhamar

24

29

Jóhan Carl Dam

16

30

Vígdis Johannesen

14

31

Róði Hansen Dam

8

 
 

Framsókn

 

Listin

241

1

Poul Michelsen

669

2

Hanna Jensen

201

3

Ruth Vang 

169

4

Bjarni K. Petersen

135

5

Bergun Kass 

130

6

Súsanna Olsen

104

7

Sunneva H. Eysturstein 

100

8

Karlot Hergeirsson 

79

9

Ása Hammershaimb Christiansen

78

10

Høgni Reistrup

74

11

Sámal Petur í Grund

67

12

Karl A. Olsen

49

13

Rúni S. Patursson

46

14

Oda W. Andreasen

45

15

Poul Johs. Clementsen

26

16

Súsanna Køtlum

20

17

Hákun Andreasen 

8

 
 

Miðflokkurin

 

Listin

141

1

Jenis av Rana

498

2

Bill Justinussen

370

3

Karsten Hansen

206

4

Rani Andrasson Skaalum 

77

5

Jákup Suni Lauritsen

66

6

Lív Justinussen

66

7

Maibritt Frederiksberg

62

8

Vilhelm Hendrik í Skálanum

61

9

Martin Kúrberg

48

10

Charlotta á Váli Olsen

37

11

Rúni Johansen

30

12

Esmar Petersen

27

13

Margretha Kjærbæk

27

14

Rasmus Hammer

25

15

Frank Jacobsen

23

16

Sigmund Andreasen15

15