Sonja samráðist ikki við Miðflokkin

– Um nakar skuldi ivast, so eri eg ikki partur av samráðingunum um nýggja samgongu við Miðflokkin. Eri ikki boðin við og gott tað sama. Tí at lata Miðflokkin aftur sleppa at seta dagskránna í føroyskum politikki er burturúr vón og viti.

 

Tað skrivar Sonja Jógvansdóttir á Facebook.

 

Hon vísir á, at tað er ikki orsakað av henni, at Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn samráðast við Miðflokkin um nýggja samgongu.

 

– Eg havi hildið allar avtalur við samgonguna, sigur hon, og vísir til tað, sum Jenis av Rana skrivaði á Facebook herfyri:

 

»Tú gloymir tann 4. og avgerðandi persónin í verandi samgongu, hana sum stýrir hesari! Miðflokkurin kann aldrin gera samgongu ella avtalur við verandi samgongu (3 flokkar + uttanflokka tingkvinnuna), men at fáa hana burturúr samgonguni og Miðflokkin inn, saman við teimum broytingum vit ynskja, tað vildi verið eitt vælsignilsi fyri Føroyar«

 

– Tað er púra greitt, hvat dagskráin hjá Miðflokkinum er – tað vátta tey 18 punktini hjá teimum eisini, sigur Sonja Jógvansdóttir.