Sonja: Tey eru xenofobar, homofobar og rasistar

Løgtingskvinna hevur umstrídda útsøgn í donskum blaði

Farna vikuskiftið hevði danska Weekendavisen longri grein um transkynd í Føroyum. Blaðið umrøddi uppskotið hjá uttanflokkatingkvinnuni Sonju Jógvansdóttir um at loyva løgfrøðiligum kynsskifti í Føroyum. Í greinini tosaði journalisturin við føroyskar politikarar, transkynd og onnur.

Ein av teimum, sum verður endurgivin í Weekendavisen, er løgtingskvinnan Sonja Jógvansdóttir, sum greiðir frá, hví hon hevur lagt uppskotið fyri løgtingið. Tingkvinnan hevur eisini rættiliga bersøgnað útsøgn um politikarar á høgra vonginum, sum ikki taka undir við uppskotinum.

– Tey royna at goyma seg aftanfyri eina bíbilska agenda, men í veruleikanum eru tey ein xenofob, homofob, rasist, og hvat veit eg. Tey halda Bíbliuna frammanfyri seg og geva henni skyldina fyri teirra ótolsemi. Og tað er sjálvandi sera hent at kunna brúka Bíbliuna soleiðis, sigur Sonja Jógvansdóttir sambært Weekendavisen.

Løgtingskvinnan Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, sum umboðar Fólkaflokkin, úttalaði seg eisini til Weekendavisen, og hon var sum vera man ímóti uppskotinum um løgfrøðiligt kynsskifti. Í kjaki í løgtinginum fríggjadagin segði Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, at hon var ovfarin av útsøgnini hjá Sonju Jógvansdóttir, og hon fanst at, at uttanflokkatingkvinnan kallaði hana og aðrar politikarar »xenofobar«, »homofobar« og »rasistar«.

Skuldi nakar ivast, hvat hesi heiti merkja, kunnu heitini lýsast soleiðis (við hjálp frá Sprotanum):
Xenofob: Fremmandahatur, sjúkligt hatur fyri øllum fremmandum
Homofob: Andstygd ella ótti fyri samkyndum og teirra seksualiteti
Rasist: Tekur undir við rasismu, sum er fremmandahatur (mótvegis fólki av fremmandum uppruna, við øðrum húðarliti, aðrari mentan o.s.fr.)