Leita á in.fo

Tróndur Arge 15.03.2019 (13:37)

Sonni heldur fram sum landsliðsvenjari

Sonni Valgreen Larsen heldur fram sum høvuðsvenjari hjá A-landsliðnum við monnum. Hondbóltssamband Føroya hevur longt sáttmálan við landsliðsvenjaran fram til juni 2021, skrivar Hondbóltssambandið í tíðindaskrivi í dag.

 

Sonni tók við starvinum sum A-landsliðsvenjari á sumri í 2017, og frammanundan var hann venjari hjá gylta U21-landsliðnum, ið tók lut í HM-endaspælinum í Algeria sama summarið.

 

– Tað er stór framgongd í føroyskum hondbólti og eg vil fegin vera við at føra føroyskan hondbólt enn longur fram á leið, sigur landsliðsvenjarin.

 

A-landsliðið við monnum skal spæla tveir EM-undankappingardystir í apríl, sum báðir eru móti Ukraina. Úrtøkan úr EM-undankappingini hevur verið eitt stig higartil, sum varð fingið móti Montenegro.

 

– Málið er sjálvsagt at fáa fleiri stig, men tað verður ógvuliga torført, greiðir Sonni frá.

 

Føroyar eru eisini í bólki saman við Danmark. Sonni Valgreen Larsen er somuleiðis venjari hjá manslandsliðnum hjá H71, men gevst eftir hetta kappingarárið.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her