Føroyski landsliðsleikarin, Sonni Ragnar Nattestad, sum hevur havt ógvuliga ilt við at sleppa framat hjá íslendsku meistarunum í FH Hafnarfirði, er loksins vorðin leysur av felagnum – í øllum førum fyribils.
FH Hafnarfjørður boðaði herfyri frá, at roynt varð at leigað Sonna Ragnar út til annað felag. Hetta nú eydnast.
Les eisini: Kaj Leo til meistaralið
Sonni Ragnar hevur skift FH út við Fylkir, sum í løtuni er á næstaftasta plássi í bestu íslendsku deildini. Tað váttar felagið sjálvt. Talan er um ein leigusáttmála, ið er galdandi restina av kappingarárinum.
Sonni Ragnar vandi í gjár við FH fyri seinastu ferð á hesum sinni, og í dag hevur hann vant við nýggju liðfeløgunum í Fylkir. Felagið heldur til í eystara parti av Reykjavík og hevur fyrrverandi íslendsku verjukempuna, Hermann Hreiðarsson, sum venjara.
Reglulig spælitíð hevur av álvara manglað hjá 21 ára gamla miðverjuleikaranum, síðani hann í fjør varð leysgivin av sáttmálanum við FC Midtjylland, men nú røkist fyri, at hann loksins sleppur at spæla fast.