Sonur Zlatan Ibrahimovic skoraði fyri Svøríki

Vincent Seger Ibrahimovic er byrjaður at gera vart við seg

Tað er ongantíð rættvíst at samanbera ymisk tíðarskeið innan fótbólt, og at samanbera ymisk ættarlið av fótbóltsleikarum.

 

Men tað er ikki at taka seg aftur í, at áhugin í Svøríki fyri Vincent Seger Ibrahimovic, ið er sonur størsta svenska fótbóltsleikaran nakrantíð, Zlatan Ibrahimovic er stór.

 

Fyrr í vikuni skoraði Vincent Seger Ibrahimovic sigursmálið til 1-0 fyri svenska U16-landsliðið í einum dysti móti belgiska U16-landsliðnum.

 

Vincent Seger Ibrahimovic er tó ikki áleypari sum víðagitni pápin, men er miðvallari.

 

Ein tiltikin góð søga um at samanbera leikarar frá ymiskum tíðarskeiðum, var tá George Best var spurdur um Ryan Giggs, ið fekk sítt gjøgnumbrot fyrst í 1990-unum var tann nýggi George Best? George Best svaraði sáttliga: "Nei eg var tann fyrsti Ryan Giggs". 

 

So fáa vit at síggja um Vincent Seger Ibrahimovic við tíðini eisini verður ein legendariskur svenskur landsliðsleikari.