Leita á in.fo

Barbara Holm 26.02.2018 (14:02)

Sosialurin avdúkar: Bjarni Hammer vildi skaffa hassj til ungar kvinnur

Brot úr greinarøð í Sosialinum í dag. Blaðið er í handlunum nú. 

 

 

 

Tá ið ein ung kvinna spurdi Bjarna Hammer, um hann kundi skaffað sær hassj svaraði hann, at tað hevði hann kunnað. Síðan avtalaðu tey, nær hann skuldi skaffað henni tað og hann greiddi frá, hvør tók tað heim til Føroya. Seinastu mánaðirnar hevur Sosialurin gravað í skuldsetingunum móti Bjarna Hammer um, at hann skal hava rúsevni um hendi. Tilfarið hjá Sosialinum gjørdist so mikið tyngjandi, at vit valdu at lata málið til løgregluna. Nú Bjarni Hammer sjálvur hevur úttalað seg um støðuna og slatursøgur úr Løgtinginum eru endaðar á netmiðlum sum vp.fo, hava vit valt at siga frá søguni í blaðnum í dag. 

 

 

 

- Eg hevði kunnað skaffað tað. Tað segði Bjarni Hammer, tingmaður, við eina unga kvinnu, tá ið hon 15. desember í fjør ringdi at spyrja Bjarna Hammer um hassj.  Orsøkin til, at hon spurdi hann var, at hon hevði fingið tað frá honum áður. Í øllum førum sambært henni og sambært prátinum Bjarni Hammer og unga kvinnan hava hendan dagin, 15 desember í fjør. 

 

 

 

Samskifti millum partarnar byrjar við, at tey fyrst skrivað í smsboðum tann 15. desember, tí ein jólafrokostur skuldi vera sama kvøld og unga kvinnan spyr, um Bjarni Hammer hevur nakað av "tí stuttliga", sum hann gav teimum í einari veitslu hjá einum navngivnum persóni fyri tíð síðani. Bjarni letur tó ikki til at vita júst, hvat hann skal hava givið frá sær. Síðani ringir keldan til Bjarna Hammer og tey tosa fyrstu løtuna um, at Bjarni má minnast hvat tað var, sum hann hevði hendan dagin, og síðani koma tey til sakina her: 

 

 

Keldan: Tú gav okkum hassj í morgunballinum hjá (navngivnum persóni)

Bjarni Hammer: Gjørdi eg?

Keldan: Ja tað gjørdi tú.. hahaha. 

Bjarni Hammer:  Ja ja ja, men eg havi ikki nakað beint nú, tað er heilt vist, men.. 

(longri frammi í samrøðuni)

Bjarni Hammer: So haldi eg, nei veitst tú hvat, eg havi ein ordiliga góðan vinmann niðri, hann hevur verið heima tá, tí hann hevur altíð eina rúgvu við heim. 

Keldan: Okok, so tað var hann ja. Er hann í Føroyum nú? 

Bjarni Hammer: Nei, also eg hevði nokk kunnað skaffað tað, men ikki upp á so stutta tíð (til sama kvøld, red). Nei nei, hann kemur heim tann 22. (desember, red)

 

 

 

Les meira í blaðnum í dag. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her