Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 13.12.2018 (09:28)

Fara at kjósa »ársins føroying 2018«

Sosialurin bjóðar nú øllum lesarum – øllum Føroya fólki, at velja ársins føroying 2018.

 

Ætlanin er, at hetta skal vera eitt afturvendandi tiltak á hvørjum ári.

 

Tað verður fyrst og fremst upp til lesararnar at gera av, hvør besta orsøkin er til, at júst hesin persónum skal fáa heiðurin sum ársins føroyingur 2018.

 

Sosialurin leggur dent á, at viðkomandi, sum hevur uppiborið hetta heitið, hevur gjørt nakað gott fyri onnur menniskju, síni næstu, tað verið seg familju, vinir, grannar, starvsfelagar og fólk annars. Hesi kunnu eisini hava gjørt nakað gott fyri sítt nærumhvørvi, lokalsamfelagið ella samfelagið sum heild, ella fyri eina søk, fyri eitt ávíst felag ella felagsskap, fyri eitt yrki ella eitt arbeiðspláss. Tað ber eisini til at skjóta upp fólk, sum tit halda hava gjørt nakað gott við at hava havt serstaka kveikjandi og hitandi ávirkan á onnur.

 

– Veljið ein persón og grundgevið, hví viðkomandi er tykkara val. Sendið uppskot við telduposti til [email protected] áðrenn 17. desember.

 

Ein dómsnevnd fer so komandi tíðina at velja ársins føroying millum mongu uppskotini. Vit loyva okkum eisini at prenta nøkur av uppskotunum við grundgevingunum í komandi bløðum og her á in.fo.

 

Avdúkingin av ársins føroyingi 2018 verður í nýggjársblaðnum hjá Sosialinum fríggjadagin 28. desember.

 

Sendið uppskot tykkara á telduposti til arsins(at)sosialurin.fo 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her