Sosialurin: Ferðavinnan rakar allar borgarar

Tí er neyðugt hjá kommununum at lurta eftir borgarunum


Aftaná at hava staðið á odda fyri Visit Tórshavn sjey tey seinastu árini takkar Theresa Turidardóttir Kreutzmann 1. august fyri seg sum oddakvinna fyri ferðavinnuna í høvuðsstaðnum.


Hon sleppur tó ikki ferðavinnuni heilt, men hevur saman við Ingibjørg Berg, fyrrverandi kommunustjóra í Tórshavnar kommunu, stovnað felagið CommIT, ið millum annað bjóðar at ráðgeva kommunum í samband við menning av ferðavinnuna.


Talan er um eina vinnu, ið er í stórum vøkstri, og sum hevur tí serliga avbjóðing, at hon er nógv nærri vanliga borgaranum enn aðrar vinnur.


- Tú kanst siga, at fólk fáa ferðavinnuna tættari inn at kroppinum enn flestu aðrar vinnur, tí ferðafólkini eru so eyðsýnd, sigur Theresa Turidardóttir Kreutzmann og leggur afturat.


- Ferðavinnan rakar allar borgarar. Sjálvt um man ikki beinleiðis arbeiðir í ferðavinnuni, so møtir man ferðafólkum á gøtuni, tey spyrja teg um vegleiðing og tú fært ikki eitt borð á matstovum, tí tær eru fullar av ferðafólkum, sigur Theresa Turidardóttir Kreutzmann.


Tí leggur hon eisini dent á týdningin av, at kommunurnar gera borgaran til ein part av tilgongdini, tá ferðavinnan skal mennast.


- Tað er kanska tann týdningarmesta uppgávan hjá kommununum. Borgarin má vera við og sleppa at siga sína hugsan. Tí hon rakar tey. Og um tað eydnast at kunna borgarar um ætlanirnar, so taka tey helst eisini betur móti broytingunum, sigur Theresa Turidardóttir Kreutzmann.


Til ber at lesa eina longri samrøðu við Theresu Turidardóttir Kreutzmann í Vikuskiftis-Sosialinum, ið fæst til keyps í sølubúðumu kring landið.