fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 10°C

Vindur 2.1m/s

Leita á in.fo

Barbara Holm 12.10.2017 (17:32)

Sosialurin: Fingu ikki fosturtøku men tóm lyfti um hjálp

Brot úr Vikuskiftis Sosialinum í dag. Hendan samrøðan er partur av tema við heitinum Tá skipanin svíku, 2. partur. Les alla søguna hjá Una Gullfoss og Anitu Heinesen og aðrar søgur við í blaðnum, sum kemur á gøtuna í kvøld. 

 

- Tey søgdu nei til okkara umbøn um fosturtøku, tí tey søgdu, at landið sjálvandi hjálpti til, um man var í neyð. Men 18 ára langa lívið hjá dóttir míni vísir, at tað vóru bert føgur orð uttan innihald, sigur Uni Gullfoss, pápi at 18 ára gomlu Astrid, sum er menningartarnað. Í dag hugsa tey framvegis um fosturtøkuna, sum mundi verið. 

- Einki foreldur fer at siga, at man hevði ynskt, at barnið varð fjernað við fosturtøku. Men heilt erligt er tað nakað, sum eg onkuntíð hugsi um. Tí tey lovaðu okkum hjálp. Ístaðin eru vit nú heilt trýst út á eggina, sigur Uni Gullfoss, pápi at 18 ára gamlari Astrid við álvarsligum menningartarni. 


 

Hetta er ein trupul støða hjá Una Gullfoss og unnustu hansara Anitu Heinesen. Tí eitt er, at umstøðurnar í dag eru ógvuliga truplar og at kalla vónleysar. Men eitt annað er, at tað var ein glotti – einaferð. Men hann er nú tikin frá teimum. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her