fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 8.8m/s

Leita á in.fo

Sólvá Lindenskov Róadóttir 08.11.2018 (16:15)

Sosialurin: Heimildarfilmur um Ruth Smith

Føroyska listakvinnan Ruth Smith var úr Vági, men giftist til Danmarkar eftir hon fór niður at fáa sær útbúgving. Ruth Smith vaks upp í trongum umstøðum, pápi hennara doyði av tuberklum, tá Ruth bert var nýggju ára gomul, og eitt sindur seinni misti Ruth eisini systir sína til tuberklar.

Ruth Smith ynskti at gerast listakvinna, hetta var eisini tí hon fór niður at fáa sær útbúgving. Hon gekk til tekniskeið hjá Bizzie Høyer, soleiðis at hon hevði grundarlag fyri at koma inn á danska listaskúlan í Keypmannahavn. Sum partur av upptøkuroyndini hjá Ruth Smith, fyri at koma inn á listaskúlan, málaði hon tveir andlitsmálningar av syskinum hjá sær, Pola og Honnu.

Ruth Smith teknaði frá barnsbeini av, hon teknaði myndir av fólki, og hevði altíð ein blýant og blokk við sær har hon fór.

– Eg hevði ein vinmann, tá eg var umleið 11 ár, vit gingu til violin tímar saman úti í grønlandi, og Ruth Smith var fastur hansara. Ruth Smith var deyð stutt áðrenn hetta, so vit tosaðu nógv um hana. So møguliga tað er komi fram aftur brádliga, eg havi altíð havt áhuga fyri hennara list, hon er ein dýrgripur fyri føroyska list, sigur Árni Nicolajsen, ið hevur framleitt ein heimlidarfilm um Ruth Smith. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her