Sosialurin: Hetta er ikki til stuttleikar

Men við avgerðini havi eg fingið mítt lív og frælsi aftur, sigur Hanus Samró

- Tað er ikki til stuttleikar at eg seti meg í koyristól. Eg havi brúkt tíggju ár upp á tankan. Eg eri sjálvstøðugur, eg vil gera alt sjálvur, og eg vil ikki vera bundin av nøkrum. At viðurkenna veruleikan, vera eyðmjúkur um støðuna og ásanna, at løtan er komin, har eg eri bundin av einum, sum trillar meg, krevur styrki og vilja.


Tað sigur Hanus Samró í samrøðu við Vikuskiftis-Sosialin, aftaná hann 5. august legði eina mynd út av sær sjálvum á Sigursboganum í Paris, har hann sat í einum koyristóli.


Talan var um fyrstu almennu myndina av sær sjálvum í koyristóli. Handan avgerðina at brúka koyristól er søgan um eitt langt stríð við sjúkuna Facio Scapulo Humerale muskeldystrophy (FSH), ið betri er kend undir heitinum vøddasvinn, og útlitini, ið hann hevur livað við í mong ár, fyri at beinini hjá honum ein dagin fóru at blíva so veik, at tey ikki longu megnaðu at bera honum.


Tann dagurin er nú komin, men í samrøðu við Sosialin avdúkar hann, at hóast hann var treiskur og stríddist leingi móti at brúka koyristól, so hevur hann funnið eitt frælsi í stólinum.


- Eg havi fingið mítt lív og frælsi aftur, og tað kann ikki samanberast við nakað annað, eg havi roynt ella avrikað, sigur Hanus Samró.


Til ber at lesa eina longri samrøðu við Hanus Samró í Vikuskiftis-Sosialinum, ið fæst til keyps í sølubúðum kring landið.