fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 10°C

Vindur 7.2m/s

Leita á in.fo

Barbara Holm 14.05.2018 (10:01)

Sosialurin: - Journalistur hóttur við harðskapi

Føroya rættur var mikudagin í farnu viku karmur um eitt rættarmál móti einum kenningi hjá løgregluni, sum varð skuldsettur fyri fleiri lógarbrot hendan dagin – eitt nú harðskapi móti løgreglumanni, stuldur, innbrot og hóttanir um harðskap móti einum journalisti.

 

Pressufrælsið er ein umráðandi hornasteinur í samfelag okkara, og tí eru hóttanir av slíkum slag, sum koma orsaka av tíðindaflutningi sera álvarsamar. Tí er meginreglan í Miðlahúsinum og ivaleyst tvørtur um allan journaliststandin í Føroyum, at hóttanir altíð skulu meldast til løgregluna. 

 

 

 

Hóttur fyri tíðindaflutning

Tá ið ein journalistur hjá Miðlahúsinum í desember í 2016 skrivaði tíðindi úr Føroya rætti, kostaði tað persónligar avleiðingar fyri viðkomandi. Málið, sum skrivað varð um, snúði seg um eina røð av innbrotum í Havn. 

Eftir at søgan hjá journalistinum varð prentað í Sosialinum og publiserað á in.fo, fekk journalisturin hóttanir umvegis Facebook. Her skrivaði ein av teimum ungu, sum vórðu dømd fyri millum annað fleiri innbrot, at viðkomandi ”skuldi senda fólk eftir journalistinum”. 

 

Umframt, at tann ungi persónurin, sum stendur aftanfyri hesa hóttan, varð avhoyrdur í Føroya rætti mikudagin, so vitnaði journalisturin hjá Miðlahúsinum eisini um støðuna. 

- Eg kendi meg óróligan í døgunum aftaná og upplivdi, at eg varnaðist betur, um skuggar fluttu seg uttan fyri vindøgini heima, greiðir journalistur frá.

 

 

Umframt at vera skuldsett fyri hóttanir, var unga kvinnan eisini skuldsett fyri harðskapi móti politisti, fyri stuldur og innbrot. Dómur er framvegis ikki fallin í málinum. 

 

Pressufrælsi størstan týdning

Hóast hóttanir av ymiskum slag eru meira og minni gerandiskostur fyri journalistar – eisini í Føroyum – so er hetta eitt prinsipielt mál kortini. Tí hóttanir um beinleiðis harðskap eru tíbetur ikki gerandiskostur í Føroyum. Her í Føroyum hótta vit ikki um at sláa tey niður, sum gera eitthvørt, sum vit eru ósamd í.

 

Og frælsið hjá miðlunum at endurgeva og viðgera mál úr Føroya rætti er púra greitt eitt frælsið, sum vit eiga at verja um. Hetta er ein háttur at varpa ljós á tað, sum fyriferst í samfelagnum – eisini á skuggasíðunum. 

Vit mugu og skulu vera náðileys, tá ið frælsið hjá miðlunum verður hótt. Pressufrælsið kann verða hótt upp á nógvar mátar, og teir kreativu hættirnir fólk, fyritøkur og valdshavarar nýta í royndini at tippa miðlarnar, eru nakað, sum vit uppliva javnan. Í øllum førunum noyðast vit tó at brúka tey amboð, sum eru í samfelagnum, fyri at basa hesum. Tí tað kann ongantíð góðtakast. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her