fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 9.6m/s

Leita á in.fo

Marstein saman við konu síni Louise, sum er hansara størsti stuðul

Pætur Hjalmar Evensson 10.01.2019 (18:00)

Sosialurin: - Lívið er enn vert at liva

- Eg reyk aftur og fram á dekkinum. Tað einasta, eg hugsaði, var at bjarga mær sjálvum og taka fatur í rekkverkið. Tað snúði seg bara um at yvirliva, fortelur 40 ára gamli Marstein Thomsen úr Syrðugøtu.

 

Ein illveðursdag í november fyri góðum fýra árum síðani fekk Marstein álvarsligan skaða umborð einum føroyskum fiskiskipi. Sjógvur kom umborð, og hann bleiv syftur runt og smekkaði høvdið í. Ein æðr bleiv kroyst so mikið nógv, at heilin hovnaðist, og lívið hjá gøtumanninum broyttist nú fyri altíð. Hann endaði lamin og lá innlagdur í 10 mánaðir.

 

Hóast hann í dag enn hevur mein av skaðanum, hevur hann lært at liva við árinunum, og hann hevur meira mót uppá lívið enn tey flestu.

 

- Lívið steðgar ikki, bara tí mann hevur fingið nakrar avbjóðingar. Lívið er enn vert at liva.

 

 

Les alla samrøðuna við kemparan, Marstein Thomsen, í Vikuskiftis Sosialinum. Blaðið kemur í handlarnar kring landið í kvøld, og til ber eisini at lesa talgildu útgávuna HER.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her