Leita á in.fo

Barbara Holm 18.05.2017 (16:14)

Sosialurin: Misnýtari tekur blaðið frá munninum

- Í nærum tjúgu ár livdi eg í harða rúsevnisumhvørvinum í Føroyum, og kenni betri enn tey flestu til samfelagsins skuggasíðu. Eg havi verið í hóslag við løgregluna fleiri ferðir, havi sitið fleiri dómar fyri sølu og smugling av rúsevnum, havi  roynt at beint fyri mær og tvær ferðir eri eg endaður á sjúkrahúsinum vegna yvirdosis. Hetta er mín søga. 

 

 

Í Vikuskiftis Sosialinum hesaferð kanst tú sleppa við afturum samfelagsins skuggasíðu. Vit hava hitt ein mann, sum hevur nógv ár á baki í tí loyniliga umhvørvinum, sum summi ung liva í í dag. 

 

 

Vit hava hoyrt Kriminalforsorgina siga, at alsamt fleiri ung eru heimleys. Almannaverkið sigur, at tey hava ikki amboðini til at bjarga hesum ungu. 

 

 

Tey ungu sjálvi siga - onkur skuldi havt sæð okkum áðrenn. 

 

 

Les rámandi søguna í blaðnum, sum kemur á gøtuna í dag.