Sosialurin: Pengapungurin dregur mest

Tí velja fólk ikki grønu orkuloysnirnar

- Fólk vilja gjarna síggja, at tað loysir seg fíggjarliga. Og tá ávirkar tað eisini, at tey sum selja og skifta gamlar oljufýringar út, bjóða ótrúliga góð tilboð fyri ikki at missa kundarnar. Tað sigur seg sjálvt, tað hevði eg nokk eisini gørt um eg var teir. Og vit síggja, at tann grøni vinkulin vigar eitt sindur hjá summum, men tað er kortini pengapungurin, sum dregur mest hjá teimum allar flestu.


Tað sigur Kári Mortensen, deildarleiðari í Orka, ið er deildin undir Umhvørvisstovuni, ið samstarvar við SEV um at flyta føroyska samfelagið frá olju til grønar orkuloysnir.


Ein longri samrøða er í Vikuskiftis-Sosialinum við Kári Mortensen og Hákun Djurhuus, stjóra í SEV, har teir meta um hvusus gongur við orkuskiftinum. Til ber at keypa blaðið í sølubúðum kring landið.