Leita á in.fo

Hallur av Rana 06.12.2018 (16:22)

Sosialurin: Týdningarmikið at seta orð á

- Tað sum hevur stóran týdning fyri brekøkið er, at tey sum bera brek, seta orð á viðurskiftini. Tí tað eru tey, meira enn nakar annar, ið veit hvat manglar. Vit hava tørv á at hoyra teirra rødd.


Tað sigur Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD, nú altjóða dagur teirra, ið bera brek, var fyrr í vikuni. Í samrøðu við Vikuskiftis-Sosialin, upplýsir hon, at umleið tíggju prosent av øllum føroyingum bera brek.


Tað merkir, at allarhelst allir føroyingar eru í familju við ella kenna onkran, ið ber brek. Kanska enntá uttan at man heilt veit av tí ella hugsar um tað. Tí er tað eisini so týdningarmikið, at tey sum bera eitt brek, eru við til at varpa ljós á hetta, vísir forkvinnan í MEGD á.


- Tað sum vit uppliva í okkara arbeiði er, at tá onkur kennir ein, ið ber eitt brek, so skilja tey betri umstøðurnar og tað, ið skal til. Tí er tað okkara ynski, at fólk verða meira opin um avbjóðingina og sjálvi seta orð á hvat tað er, ið skal til, sigur Tóra við Keldu.


Til ber at lesa eina longri samrøðu við forkvinnuna í MEGD í Vikuskiftis-Sosialinum hesaferð. Blaðið fæst til keyps í sølubúðum kring alt landið.  


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her