Í Sosialinum í dag varpa vit ljós á, at eftirspurningurin frá útlendingum um at keypa hús í Føroyum er alsamt vaksandi. Ongar treytir eru til útlendskar húsakeyparar, og hetta varpaði Kringvarp Føroya eisini ljós á í fjør summar. Hóast einki er hent frá politiskari síðu síðan tá, so tykist tað ikki, sum spurningurin um útlendskar húsakeyparar er nakað, sum føroysku politikararnir eru ósamdir um.
Poul Michelsen, landsstýrismaður í Uttanríkis- og Vinnumálum, heldur, vit eiga at vera varin.
- Orðingin eigur at vera, at vit skulu ansa eftir, at útlendingar ikki keypa ognir í Føroyum. Áðrenn mann veit av, kann ein rúgva av útlendingum keypa sær hús, sum bara koma at standa tóm. Og hvat ger tað við eina bygd, tá húsini bara standa tóm? Tað hava vit nokk av avbjóðingum við framman undan, sigur hann.
Kári P. Højgaard, løgtingslimur fyri Sjálvstýri, stúrir fyri, at útoyggjar koma at standa fyri skotum.
- Tað er kanska serliga avbjóðandi, um útlendingar fara avstað við teimum húsunum sum standa tóm á útoyggj. Hesum mugu vit ansa eftir, tí tað kann blíva ein stórur trupulleiki. Í Føroyum er ongin skylda, og tí haldi eg, nakrar skyldur eiga at fylgja við. Hetta er absolutt nakað, vit eiga at taka upp, áðrenn tað verður ein veldig avbjóðing, sigur Kári P. Højgaard.
Óluva Klettskarð, løgtingslimur fyri Tjóðveldi heldur eisini, at skyldur eiga at verða ásettar.
- Tað er trupult at gera eina lóg sum forðar útlendingum at keypa, tí tað kemur næstan undir diskriminatión. Men hetta kann vera ein stór avbjóðing hjá útjaðaranum. Kommunur kunnu vera greiðari um, hvat er summmarhús, og hvat er heilárshús. Tað kundi eisini verið ein gongd leið at hugt nærri at bústaðarskyldu, sigur Óluva Klettskarð.