fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 10°C

Vindur 2.1m/s

Leita á in.fo

Barbara Holm 12.10.2017 (10:01)

Sparingar á LSH: Fái ikki sovið fyri pínu

Játtanin hjá Landssjúkrahúsinum er uppbrúkt, og tað merkir, at tey, sum hava bíða eftir skurðviðgerð, ikki sleppa framat enn á sinni. Fyri 31 ára gamla argjamannin, Remi Olsen, hevur tað stóran týdning at sleppa framat sum skjótast. Men seks dagar áðrenn Remi Olsen skuldi leggjast undir skurð fekk hann boðini um, at skurðviðgerðin varð útsett, tí pengarnir vóru uppi. Samstundis varð sagt, at Remi skuldi fáa bræv við nýggjari tíð sendandi.

 

- Eg havi bíðað eftir tíð til skurðviðgerð síðani apríl, tí eg havi gingið við skaða í næstan tvey ár. So fekk eg umsíðir tíð 16. oktober, men nakrar dagar áðrenn komu boðini um, at eg ikki slapp framat kortini, sigur Remi Olsen.

 

Hann starvast í egnari timburfyritøku og skaðin í økslini viðførir, at hann hevur trupult við at arbeiða sum vanligt.

 

- Pínan er ring. Eg fái ikki sovið fyri pínu og havi næstan fingið tunglyndi av hesari støðuni, sigur Remi Olsen. Hann fer at kanna, um hann sjálvur kann rinda fyri at blíva sendur til Danmarkar og lagdur undir skurð. Hóast hetta kann vera kostnaðarmikið, so er tað frægari enn at bíða leingi aftrat.

 

- Eg eri at kalla óarbeiðsførur, men noyðist at arbeiða kortini. Um eg geri eina skeiva rørslu so gerst pínan ov ring til, at eg klári at halda fram at arbeiða. So tað er eitt ordans sirkus, sigur Remi Olsen.

 

Ronnie Midjord, sjúkrahússtjóri, segði við Kringvarpið í gjár, at alt, sum kann bíða verður útsett. Og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna legði aftrat, at tað, sum liggur í kortunum nú er, at øll, sum kunnu bíða, skulu bíða, men akuttar viðgerðir verða kortini givnar. Spurningurin er tó, um landsstýriskvinnan og sjúkrahússtjórin hava somu uppfatan sum sjúklingarnir av, nær ein støða er akut og ikki. Sirið Stenberg segði eisini við Kringvarpið, at hon fer á fund í Fíggjarmálaráðnum sum skjótast, í royndini at fáa meira pengar til Landssjúkrahúsið til vega, so sjúklingarnir sleppa framat. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her