Spreinging nærindis politistøð í Malmø

Sambært svenska blaðnum Aftonbladet misteinkir løgreglan, at talan kann vera um eina hondgranat, sum er sprongd.

Í kvøld hevur ein spreinging verið nærindis eini politistøði í Rosengård í Malmø.

 

– Økið er sperrað, og bumburuddarar eru á veg, sigur Anna Göransson frá svensku løgregluni í region Syd.

 

Sambært svenska Aftonbladet heldur løgreglan, at tað kann vera ein hondgranat, sum er sprongd.

 

Spreingingin var klokkan 21:06.

 

– Tað er ikki boðað frá fólki, sum hava fingið skaða, og tað er at fegnast um. Men sambært fyrstu fráboðanunum hava fleiri bilar fingið skaða av spreingingini, sigur Anna Göransson við Aftonbladet.

 

Løgreglan vil ikki vátta, um nakar er handtikin.

 

/ritzau/