Spreingja fyrsta pumpubrunnin Eysturoyarmegin

Seinastu viku sprongdu tunnilstoymini, ið bora nýggja tunnilin, ið skal stytta um farleiðina millum Skálafjørðin og høvuðsstaðin, 98 metrar, og hava toymini higartil sprongt 3.868 metrar av nýggja tunlinum. Tað boðar partafelagið Eystur- og Sandoyartunlar frá á Facebook.


Av teimum 98 metrunum vórðu 55 metrar sprongdir á Hvítanesi og 43 metrar sprongdir frá rundkoyringini ímóti Hvítanesi. Frá rundkoyringini og ímóti Rókini arbeiddi tunnilsliðið í farnu viku við at spreingja fyrsta pumpubrunnin Eysturoyarmegin.


Umframt at arbeiðsliðini hava gjørt ymiskt spreingiarbeiði, so byrjaði arbeiðsliðið á Hvítanesi eisini at gera teir næstu umleið 500 metrarnar av vegabreyt inni í tunlinum.