Springararnir eru komnir um Saltnes

Jón Joensen, grindaformaður í Havn metir, at talan er um eini 150 springarar, sum ganga undan bátunum inn eftir Skálafjørðinum.

- Vit eru júst komnir um Saltnes við teimum. Teir gingu í tveimum, men nú eru allir samlaðir aftur, sigur hann.

 

Tað rak suðureftir í Nólsoyarfirði, men kortini hevur røksturin gingið væl, hóast tað er nakað tjúkt í mjørka.

- Jú, vit hava ikki sæð langt, men hava havt springararnar undan okkum allan vegin. Nú hava vit strikað flaggið, og tað eru grindaformenninir í Skálafjørðinum, sum hava tikið yvir, sigur hann.

 

Skálafjørður er á fyrsta sinni góðkend sum hvalvág í ár, men hevur longu fleiri ferðir verið roynd. Tó hevur talan mest verið um smáar grindir og einstakar hvalir. 

- Nú fáa teir ordiliga roynt seg, nú vit telja um 150 springarar. Væntandi fer tað at ganga ein góður hálvur tími, áðrenn hon leggur beinini, sigur Jón Johansen, grindaformaður.