Leita á in.fo

Nógv fólk vóru á Vágsbøi til konsertina hjá Aqua

Hallur av Rana 10.08.2018 (08:29)

Stak friðarligur Summar Festivalur

Hóast fleiri føroyingar í gjár valfartaðu til Klaksvíkar, har ársins Summar Festivalur fór av bakkastokki og kendi danski bólkurin Aqua samlaði túsundtals føroyingar á Vágsbøi, so merktist tað ikki aftur á arbeiðsbyrðini hjá løgregluni.


- Vit hava eyka fólk í Klaksvík í samband við festivalin, men tað gekk stak friðarligt fyri seg. Vit hava ikki fingið nakra fráboðan yvirhøvur, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.


Summar Festivalurin heldur áfram í dag og er høvuðsnavnið í kvøld svenska Zara Larsson, ið fer á pall á Stóra pallinum klokkan níggju í kvøld.  


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her