fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 10°C

Vindur 2.1m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 12.10.2017 (06:36)

Stakir pensjónistar eru ringast fyri

 

Pensjónistar, sum hava mist sín maka, og pensjónistar, sum ongantíð hava havt ein maka, eru ringast fyri fíggjarliga, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, sum spyr Eyðgunn Samuelsen, um hesi hava nakað gott í væntu, nú pensjónsøkið skal endurskoðast.

 

Fólkaflokstingkvinnan úr Klaksvík sigur, at tað er altíð ein dyggur smeitur at missa makan, men at tað kann gerast steinur oman á byrðu, at fíggjarliga støðan versnar so nógv.

- Inntøkan verður knappliga næstan hálverað, men stóru føstu útreiðslurnar eru ofta tær somu ella stórt sæð tær somu. Útreiðslur til SEV, olju, og húsatrygging verðá stórt sæð tær somu. Útreiðslur til bil vera tær somu. Útreiðslur til viðlíkahald av húsum verða tær somu. Er skuld framvegis í húsinum, so gerst støðan uppaftur verri, skrivar hon í viðmerkingunum til skrivliga fyrispurningin.

 

- Nú er lagaliga løtan at lyfta hesi upp á eitt virðiligt støði, skrivar Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her