Stakkals Anakin Skywalker: Kom illa fyri

Í 1999 fekk tann tá 10 ára gamli Jake Lloyd gjøgnumbrot í filmsvinnuni. Hann spældi leiklutin sum tann eygagóði Anakin Skywalker í filminum ”Star Wars 1: The Phantom Menace”.

Filmurin var tó ikki væl móttikin, og ummælini vóru eisini hørð unga Jake Lloyd.

Sjónleikarkarrieran hjá Jake Lloyd endaði, áðrenn hon veruliga var byrjað, og longu sum 12 ára gamal gavst hann.

Daily Express skrivar, at Jake Lloyd hevði sálartrupulleikar sum unglingi og fekk staðfest skizofreni. Hann gjørdist alt meira aggressivur, og í 2015 varð hann handtikin av løgregluni í South Carolina í USA, eftir at hann hevði koyrt undan løgregluni við 160 km/t.

Jake Lloyd fekk tá ein fongsulsdóm á 10 mánaðir og varð síðani fluttur á eitt sálarsjúkrahús, har hann framvegis er innlagdur.