Leita á in.fo

Danjal av Rana 14.03.2019 (12:23)

Starvsfólk stuðla sjúkrahússtjóranum

Starvsfólk á Landssjúkrahúsinum savna undirskriftir fyri at vísa sín stuðul til fráfarna stjóran, Jóanis Erik Køtlum.

 

Tey hava gjørt eitt skriv, har tey vísa á sína ónøgd um skiftandi og óstøðugu leiðsluviðurskiftini á Landssjúkrahúsinum seinastu árini.

 

 

Tey siga, at enn eitt stjóraskifti er ein dyggur smeitur fyri Landssjúkrahúsið, nú týdningarmiklar avgerðir skulu takast.

 

- Jóanis Erik Køtlum tók við sum ovasti stjóri fyri bert 14 mánaðum síðani. Hann hevur við síni vitan, drúgvu royndum innan leiðslu og heilsufyrisiting eina fatan av, hvat krevst fyri at reka og menna eitt dygdargott heilsuverk fyri allar føroyingar, stendur í skrivinum.

 

 

Jóanis Erik Køtlum sigur, at orsøkin til, at hann hevur sagt seg úr starvi, er eitt óvirðiligt samskifti við Heilsu- og Innlendismálaráðið. Onnur hava tó róð uppundir, at veruliga orsøkin er, at hann hevur brúkt 11 milliónir krónur í heimildarloysi.

- Sum starvsfólk á Landssjúkrahúsinum hava vit í fleiri ár merkt avleiðingarnar av, at játtanin ikki er nøktandi í mun til tað, sum krevst av Landssjúkrahúsinum. Tað hevur ikki eydnast at fáa Heilsu- og Innlendismálaráðið og politisku skipanina sum heild at skilja, hvør veruligi tørvurin er, skriva starvsfólkini.

 

- Við hesi innsavning vilja vit stuðla Jóanes Eriki Køtlum í, at tað hevur verið trupult at verða hoyrdur. Vit heita inniliga á Heilsu- og Innlendismálaráðið um at fyrihalda seg til veruliga trupulleikan og tryggja nøktandi umstøður fyri sjúklingar og starvsfólk á LS, skriva starvsfólkini.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her