Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 05.12.2018 (10:54)

Starvsfólkið hjá SAS fær eina serliga jólagávu í ár

Norðurlendska flogfelagið, SAS, hevði eitt serliga gott ár í fjør, og leiðslan heldur, at tað skulu starvsfólkini eisini merkja ágóðan av.

 

DR sigur, at í fjør hevði SAS eitt avlop upp á tvær milliardir fyri skatt, og tað verður mett at vera eitt serstakliga gott úrslit hjá flogfelagnum, sum annars hevur verið merkt av halli, kreppuloysnum og sparingum í fleiri ár.

 

Nakrar orsøkir til tað góða úrslitið, er, at prísurin á ferðaseðlum er hækkaður, umframt at SAS hevur fingið fleiri ferðafólk. Í fjør førdi SAS yvir 30 milliónir ferðafólk, og tað er met. Samstundis hevur felagið sett stórar sparingar í verk. Eitt nú hevur tað eisini hjálpt, at SAS hevur stovnað feløg uttan fyri norðurlond, og sostatt hevur felagið fingið sett fólk í starv, sum eru bíligari enn tey høvdu verið, skuldu tey verðið sett eftir donskum sáttmálum og treytum.

 

Men SAS heldur eisini, at eisini starvsfólkið skal fáa ágóðan av tí góða úrslitinum og tí hevur leiðslan gjørt av at seta 72,9 milliónir danskar krónur av til eina serliga lønarhækking, ella virðisløn, til tey umleið 10.000 starvsfólkini hjá SAS. Og tey fáa sostatt einar 7.290 krónur í einum seriligum lønarískoyti í ár.  


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her