fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 3.3m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 12.01.2018 (14:37)

Starvsmannafelagið eyðmerkir aðalráðini

Tað eru ikki allir limirnir hjá Starvsmannafelagnum, sum fara í samhugaverkfall mánamorgunin.

 

Starvsmannafelagið boðar frá, at verkfallið er galdandi fyri allar limir felagsins, sum arbeiða hjá kommununum kring landið, hjá kommunalum felagsskapum og kommunalu dagrøktini.

 

Umframt tey rakar verkfallið 14 arbeiðspláss hjá landinum. Starvsmannafelagið hevur gjørt ein lista yvir tey 14 arbeiðsplássini hjá landinum, sum verða rakt av verkfallinum. 

 

Tey sjey aðalráðini og Løgmansskrivstovan verða øll nevnd á listanum, umframt Føroya Løgting. Umframt tey níggju arbeiðsplássini umfatar verkfallið eisini Almannaverkið, Dugni, eftirlitsfólkini hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, Skúlan á Trøðni og siglandi fólki hjá Strandferðsluni.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her