fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 14.4m/s

Leita á in.fo

Frá Rógvuni. Mynd: Visit Faroe Islands

Hallur av Rana 10.08.2018 (11:48)

Steðga ferðsluna út á Mykineshólm

- Orsakað av váta veðrinum og nógvu gongdini út í Mykineshólm í summar, hava hagastýrisformennirnir í Mykinesi valt at avmarka atgongdina oman í Lamba og út í hólm restina av mánaðinum.


Soleiðis ljóðar fráboðanin frá hagastýrisformonnunum í Mykinesi, hiking.fo og Visit Faroe Islands í tíðindaskrivi í dag. Tað eru hagastýrisformenninir og hiking.fo, ið hava tikið avgerðina í felag. Forboðið er sett í gildi í dag. 


Orsøkin er, at gøtan ígjøgnum lundalandið úti í Lamba er so mikið illan farin, at mett verður, at tað ikki er ráðiligt hjá fólki at ganga har í løtuni.


- Vøllurin er illa farin í støðum, og fyri at umganga, at hann fer verri, er neyðugt at steðga á og lata lendið fáa frið, sigur Bjarni Hansen, bóndi og hagastýrisformaður.


Gøtan ígjøgnum Lamba leiður fólk oman til brúnna út í hólm, og tískil førir hetta við sær, at eingin sleppur út í hólm meðan gøtan er stongd. Eisini í Visit Faroe Islands tekur man undir við avgerðini at avmarka atgongdina til hólman.


- Vit halda hetta er ein skilagóð avgerð, nú støðan í hasum ávísa økinum er sum hon er, sigur Johan Pauli Helgason, leiðari á menningardeildini í Visit Faroe Islands, og leggur afturat.


- Tað er av alstórum týdningi, at bøtt verður um hesi viðurskifti á oynni og at vit fáa eina varandi skipan, sum í størri mun hevur náttúru- og djóravernd fyri eyga.


Pól Sundsskarð, stjóri í hiking.fo, metir at talan er um eina skilagóða avgerð, men vísir eisini á, at tað er møguligt at gøtan verður latin upp aftur.


- Veðrið hevur verið heldur vátligt seinastu tíðina og hevur hetta ávirkað umstøðurnar at ganga oman í Lamba. Vit halda tað er skilagott at lata økið fáa frið í eina tíð, og so taka vit støðu til, um man skal opna fyri ferðsluni aftur, tá ein tíð er fráliðin. Um viðurskiftini broytast, tað vil siga um lendið verður turrari og harvið betri umstøður at ganga, verður møguliga latið uppaftur fyri gongdini ígjøgnum lundalandið og út í hólm, sigur Pól Sundsskarð.


Hóast møguleikin fyri at ganga ígjøgnum lundalandið ikki er til staðar, ber enn til at síggja nógvan lunda í Mykinesi, tí tað er møguligt at fara út á Rógvuna, har til ber at hyggja oman í Lamba. Tað ber eisini til at fara aðrar túrar í oynni.


- Oyggin er vøkur og bergtakandi á so mangan hátt. Er tað klárt í veðrinum, ber til at ganga niðan á Knúk og haðani sær tú meira enn helvtina av føroysku oyggjunum, sigur Esbern í Eyðansstovu, bóndi og hagastýrisformaður.


- Okkara ætlan hevur alla tíðina verið at víðka um møguleikarnar, so ferðafólk kunnu uppliva annað enn Mykineshólm. Vit hava fyri langari tíð síðan sæð, at Lambi og hólmurin ikki klára stóra vøksturin í ferðfólkatalinum, sigur Eddie Lauritsen, bóndi og hagastýrisformaður.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her