Sterk spreinging knústi politistøð í Svøríki

Tíbetur fekk eingin skaða, men tað er álvarsamt, at onkur loypir á rættarskipanina, sigur talsmaður

Ein spreinging knústi í nátt inngongina á løgreglustøðini í svenska býnum Helsingborg.

 

Skaðarnir eru sambært svensku tíðindastovuni TT umfatandi, men eingin mannskaði var.

 

Hópin av rútum á løgreglustøðini og í bygningum kring løgreglustøðina knústust av sterku spreingingini.

 

– Øll ingongongin er blást burtur. Vindeygu eru knúst, og hurðarnar eru skaddar eisini, sigur Lennart Linderos, vaktleiðari hjá bjargingarnænastuni í landnyrðingspartinum av Skåne.

 

Spreingingin var klokkan 00:20 í nátt.

 

Enn er ógreitt, hvør orsøkin var til spreingingina. Bumbuserfrøðingar og rættarmedisinskir serfrøðingar vórðu boðsendir at kanna tað nærri.

 

Eitt stórt øki kring bygningin er sperrað av.

 

Eingin eldur var, men roykur frá spreingingini hevur spreitt seg í húsinum, sigur Lennart Linderos.

 

Løgleglan í Helsingborg hevur ongar hóttanir fingið undan spreingingini. Tað sigur Anne Göransson, miðlatalsfólk fyri løgregluna í økinum.

 

– Tíbetur fekk eingin skaða, men tað er sjálvandi álvarsamt, at onkur loypur á rættarskipanina, sigur hon.

 

Íbúgvar í økinum hoyrdu spreinginina langan veg.

 

– Eg sat í køkinum og merkti, hvussu íbúðin risti. Tað kendist sum um, at onkur kastaði okkurt ímóti altanini. So ógvuslig var spreingingin, sigur ein lesari, sum býr í økinum, við Helsingborgs Dagblad.

 

Vaktarleiðarin hjá løgregluni, Kennet Anderson, var sjálvur í bygninginum, tá spreingingin var.

 

– Eg veit ikki, hvussu eg skal lýsa tað. Tað var ein ógvuliga sterk spreinging – eitt øgiligt buldur. Alarmurin fór í gongd, og vit tryggjaðu okku, at eingin hevði fingið skaða og evakueraðu bygningin, sigur hann við Helsingborgs Dagblad.

 

/ritzau/