Stevie Wonder giftast

Hetta er 3. ferð kendi tónleikarin verður giftur.

Í næstum giftist Stevie Wonder kvinnu, ið er 24 ár yngri enn hann. Talan er um 42 ára gomlu Tomeeka Bracy, sum 66 ára gamli sangarin hevur verið í parlag við í fimm ár. Hann eigur 2 av sínum 9 børnum við Bracy.

 

Wonder flytir gestir sínar til Jamaica, har brúdleypið verður, og gestalistin sigst verða serligur, tí ikki ein og hvør verður boðin í stjørnubrúdleypið. Eisini sigst, at framførslur verða, og at Wonder sjálvur ikki vísir aftur, at hann sjálvur fer á pallin.

 

Stevie Wonder, hvørs borgarliga navn er Stevland Hardaway Morris, varð føddur ov tíðliga, og ein avleiðing var, at hann rættiliga skjótt misti sjónina.

Hann hevur skrivað kend løg, so sum Superstition, Sir Duke og You Are the Sunshine of My Life, og eins og starvsfelagin, sangarin Ray Charles, hevur hann klárað seg væl á yrkisleið síni, hóast vantandi sjón.

 

Hann hevur sagt, at hóast ein ikki hevur sjónina, kann ein hava visjónir.