fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 4.9m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 14.08.2017 (15:26)

Stjól snellur úr báti

Ein 53 ára gamal maður møtti í Føroya Rætti í morgun, ákærdur fyri at hava stolið tríggjar snellur úr einum báti og fyri at hava eina ólógliga riflu umborð á sínum egna báti.

 

Maðurin játtaði seg sekan í ákærunum. Hann greiddi frá, at hann hevði varnast, at ein bátur hevði ligið við bryggju í longri tíð og ein dagin sá hann sær høvi at fara umborð og fara avstað við snellunum. Talan var um tríggjar snellur við einum virði á tilsamans 36.000 krónur.

 

Rifluna fakk løgreglan, tá teir kannaðu bátin hjá manninum í samband við stuldurin. Maðurin greiddi frá, at riflan var arvagóðs, men hann játtaði, at hann ikki hevði loyvi til hana.

 

Ákærin kravdi, at maðurin fekk 30 daga fongsulsrevsing fyri stuldurin umframt 3.500 krónur í bót fyri brot á vápnalógina, umframt at hann møguliga skal rinda eigaranum av snellunum endurgjald.

 

Dómarin valdi tó at útseta endaliga dómin. Hon var samd við ákæranum, at tá virðið av stolnu lutunum er so høgt, er fongsulsrevsing vanliga revsingin. Hon metti tó, at tað hevði verið upplagt, at givið manninum ein treytaðan dóm fyri stuldurin. Hetta kann hon tó ikki gera, uttan at Kriminalforsorgin fyrst hevur prátað við mannin og mett um, hvørt hann er egnaður til at gera samfelagstænastu. Lógin er soleiðis snikkað, at ein einans kann fáa ein treytaðan dóm, um ein ger samfelagstænastu í staðin.

 

Endaligur dómur bleiv tí útsettur, til kriminalforsorgin hevur havt møguleika at tosa við mannin. Dómarin væntaði tó, at talan fór at vera um samfelagstænastu í eini 30 til 60 tímar.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her