Stjól vínfløskur á gistingarhúsi

- Talan var ikki um innbrot, men um tjóvarí á gistingarhúsinum, sigur løgreglan.

 

Ein persónur hevur játtað seg sekan í at hava stolið tvær vínfløskur á einum gistingarhúsið í Havn.

 

- Vit fingu boðini í gjár, men hendingin var helst farin fram kvøldið fyri. 

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at talan var ikki um innbrot, men um tjóvarí á gistingarhúsinum.

 

- Viðkomandi persónur er skuldsettur í málinum og hevur játtað seg sekan, verður lagt aftrat.

 

Í gjár fekk løgreglan eisini eina fráboðan um, at ein bilur í parkeringskjallaranum í SMS hevð fingið onkra skeinu.

 

- Eingin hevur boðað frá hendingini, og tí veit bileigarin ikki, hvør hevur borið við parkeraða bilin, sigur løgreglan.

 

Vaktleiðarin leggur aftrat, at í Skálafirði varð ein ær yvirkoyrd í gjár.

 

- Ærin doyði á staðnum, og bóndin hevur fingið boð um hendingina, visti løgreglan at siga í morgun.